
Maria Biskopstø hevur seinastu mánaðirar sett føroyskt met samanlagt seks ferðir í 400 metrum og 400 metrum rimarenning.
23-ára gamli rennarin hevur eisini vunnið Oyggjaleikagull í 400 metra renning, bronsu í 4 x 400 metrum borðrenning - eisini á Orknoyggjum - og DM-silvur í seinna helmingi av august.
Sí eisini: Maria Biskopstø hevur betrað um tvey føroysk met og vunnið DM-silvur
Harvið ein týðilig og flott framgongd hjá føroyska rennaranum, sum upprunaliga er úr Treysti men til dagliga rennur fyri Aarhus 1900 Atletik og Løb.
Men hvat eru so ætlanirnar hjá Mariu næstu tíðina:
- Nú er hetta kappingarárið av, so tí verður ein lítil steðgur í mínari venjing - til eg fari at herja á við venjingini til næstu sesong í 2026, sigur Maria Biskopstø við Portalin.
Vil bróta tíðarmørk, vinna OYL-heiðursmerki og renna til størri altjóða kappingar
Tað verður tó ikki leingi, at klaksvíkskvinnan letur renniskógvarnar standa. Hon hevur sum nevnt betrað um sínar bestu tíðir og sett føroysk met í tveimum greinum seinastu tíðina.
Men hesar tíðarnar skulu helst nakað niður, umframt at fleiri føroysk heiðursmerki skulu i hús á Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027, staðfestir Maria Biskopstø:
- Eg havi nøkur mál í mun til tíðir. Hetta er at renna undir minuttin í hekkinum (400 metra hrimarenning) - í løtuni er metið 61,42 sekund. Á 400 metrum er málið at renna undir 57 sekund. Har eitur tað 57,39 sekund í løtuni. Málið er eisini at vinna fleiri medaljur til Oyggjaleikirnir í 2027 í Føroyum og tí at menna meg støðugt til tá.
Maria Biskopstø til DM, sum hon rann ein stóran mánaða eftir Oyggjaleikirnar á Orknoyggjunum (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya)
Innan frælsan ítrótt er tað tíverri so, at føroyskir rennarar ikki kunnu renna fyri Føroyar til fleiri stórar altjóða kappingar. Hetta vegna ríkisrættarligu støðuna og vantandi limaskap í altjóða fealgskapum: Eitt dømi er, tá Jónas Gunnleivson Isaksen rann seg til EM-gull (U20) í 2023. Tá var tað við donsku litunum og flagginum.
Maria Biskopstø vil eisini røkka so mikið langt í renning, at hon kann kappast við danska landsliðnum til stórar altjóðar kappingar
- Mín dreymur er eisini at kunna renna fyri danska landsliðið í fleiri kappingum. Eitt nú Norðurlendska meistaraheitið, sigur Maria við Portalin.
Seinni í dag hoyra vit frá Juliani Gregersen, sum av álvara ger um seg innan langteinarenning fyri tíðina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald