Parasport Føroyar og Jysk hava longt stuðulsavtaluna, ið merkir at Jysk framhaldandi stuðlar virkseminum hjá Parasport næstu trý árini.
Jysk hevur verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Parasport síðani 2002, og man hetta verða ein av longstu samanhangandi stuðulsavtalunum í føroyskum ítrótti.
Parasport Føroyar legði fram nýggja strategi í 2023, har serligur dentur m.a. verður lagdur á rekrutering, upplýsing, samstarv og inklusjón, og er eitt verkætlananarfólk fyri stuttum sett at hjálpa við at fremja strategiina í verki.
Tað krevur orku og fígging at halda virksemi koyrandi, og fegnast Parasport um samstarvsavtaluna við Jysk ið er við at halda virksemi í einari tryggari legu næstu trý árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald