
- Ein gamal kenningur er at síggja á listanum til dagsins dyst. 34 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu, sum seinastu nógvu árini hevur spælt fótbólt uttanlands, er fluttur aftur til Føroyar og hevur gjørt sáttmála við Víking, galdandi til ársenda 2026.
Soleiðis skrivaði Vìkingur á Facebook-síðu sínari sunnudagin.
Kaj Leo kom inn móti endanum av dystinum móti EB/Streymi og vísti beinanvegin sínar eyðkendu dygdir: Hann bjóðaði av, dribblaði og hevði fleiri innlegg við sterka vinstra beininum.
Sí eisini: Topp-fýra stríðið harðnaði
Tað gav ikki mál ella sigur, men í Víkingi fegnast tey um, at Kaj Leo er aftur í ljósabláu blusuni á hægsta stigi í Føroyum.
Síðani hann flutti heim til Syðrugøtu við familju í summar, hevur Kaj Leo í Bartalsstovu spælt nakrar dystir í 1. deild. Hann var annars uttanlands frá fyrst í 2014: Í Noreg, Rumenia eitt stutt skifti og síðani leingi í Íslandi.
Sí eisini: Kaj Leo spældi sín fyrsta dyst í føroyskari kapping í nærum tólv ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald