Fótbóltur

Kamara handtikin á venjingarstaðnum hjá Fulham

Fulham hevur bannlýst Aboubakar Kamara aftaná at áleyparin endaði í hornatøkum við starvsfólk hjá felagnum.

Aleksandar Mitrovic (t.v.) og Aboubakar Kamara (t.h.) hava skeldast um hvør skal taka brotsspark (Mynd: Sky Sports)

Aleksandar Mitrovic (t.v.) og Aboubakar Kamara (t.h.) hava skeldast um hvør skal taka brotsspark (Mynd: Sky Sports)

2019-01-24 16:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fulham áleyparin Aboubakar Kamara varð mánadagin handtikin av løgregluni á venjingarstaðnum hjá felagnum Mostpur Park í London. Felagið hevur eisini bannlýst leikaran.

Orsøkin er ein hending mádagin, har Kamara endaði í hornatøkum við eitt starvsfólk hjá felagnum. Løgreglan sigur, at persónurin handtikin er undir illgruna fyri harðskap.

Fulham hevur boðað frá, at leikarin aldrin sleppur aftur til Motspur Park, og at hann er bannlýstur frá øllum virksemi felagsins.

Hetta er ikki fyrstu ferð á 23 ára gamli fransmaðurin er í hornatøkum. Fyrr í mánaðinum hoyrdist, at hann endaði í hornatøkum við stjørnuáleyparan hjá felagnum, Aleksandar Mitrovic, undir einum yoga tíma.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder