Fótbóltur

Kane brendi úr ellivu metrum - heimsmeistararnir víðari

Stútarin hjá Oliver Giroud í 78. minutti gjørdist avgerandi. Harry Kane skeyt uppum, tá hann skeyt sítt brotsspark nummar tvey nakrar minuttir seinni, og harvið er Ongland úti.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2022-12-10 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Brotsspørk hava ofta kosta Onglandi í endaspølum, og í kvøld var eitt misnýtt brotsspark seint í dystinum atvoldin til, at tær tríggjar leyvurnar taptu í fjórðingsfinaluni fyri Fraklandi.

Harry Kane fekk tíðliga í seinna hálvleiki møguleika at javna til 1-1 úr ellivu metrum, og tá var hann ógvuliga tryggur við at smekka bóltin upp í málhornið. Í 84.minutti stóð liðformaðurin aftur yvirav sínum Tottenham-liðfelaga, Hugo Lloris, men hesaferð skeyt Kane bóltin langt uppum.

[object Object]
Brotsspark nummar eitt, eftir at Saka varð feldur: Harry Kane sendir Lloris skeiva vegin, og so er 1-1

[object Object]
Brotsspark nummar tvey: Kane skýtur heldur ovarliga 

[object Object]
Ongland fekk ikki ein størri møguleika eftir hetta, og so fór Frakland víðari

Tað var Aurelien Tchouameni, sum legði Frakland á odda í 17. minutti. 22-ára gamli Real Madrid-miðvallarin hevur tikið ábyrgd í hesum endaspælinum, og langsskotsmálið var gott - tó kundu spurnartekin setast við Jordan Pickford í samband við málið.

Ongland hevði annars eina leikliga yvirvág og sá meira vandamikið út, og dysturin sá til tíðir út til at koppa til liðið hjá Southgate. Tó byjgjaði dysturin nakað aftur og fram eftir 1-1 málið, og í 78. minutti slapp vælleikandi Antonie Griezmann, ið hevur ein leiklut longur afturi á vøllinum hetta endaspælið, pláss at leggja innfyri úr vinstru. Bólturin kom væl inn, og har var 36-ára gamli Oliver Giroud hægstur. Franski metmálskjúttin hevur mangan verið fyri atfinningum í júst Onglandi, har hann spældi í níggju ár, men nú sendi hann heimsmeistararnir víðari og Ongland út.

[object Object]

[object Object]
Giroud gjørdist hetjan (Myndir: EPA)

Mbappé og franska álopsspælið komu ikki heilt í hæddirnar í kvøld, men hava nú heilt góðan møguleika at endurvinna HM. Næsta uppgáva er Marokko í hálvfinaluni mikudagin. Í Onglandi kunnu tey irða seg um, tí tað kundi eins væl koppa til teir í hvítum hesuferð.

HM-fjórðingsfinalur 

Í dag, Leygardagin 10.12: 

Ongland - Frakland 1-2 (0-1)

Marokko - Portugal 1-0 (1-0)
42' Youssef En Nesyri

Les eisini: Marokko hevur skrivað HM-søgu

Í gjár, fríggjadagin09.12:

Niðurlond - Argentina 5-6 eftir brotssparkskapping 
(2-2 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)

Kroatia - Brasil 5-3 eftir brotssparkskapping 
(0-0 eftir vanliga leiktíð, 1-1 eftir longda leiktí



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder