Fótbóltur

Kane og Tottenham fingu av álvara spenning í oddastríðið aftur

Og við óvæntaða og dramatiska 3-2 sigrinum í Manchester er liðið hjá Conte betri fyri í topp-fýra stríðnum. Liverpool vann fyrr í dag og er nú seks stig aftanfyi City við einum dysti færri. Botnliðini flyta seg.

Harry Kane gjørdist hetjan hjá Tottenham í dag í undirhaldandi dysti á Etihad leikvøllinum

Harry Kane gjørdist hetjan hjá Tottenham í dag í undirhaldandi dysti á Etihad leikvøllinum

2022-02-19 21:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ein sera áhugaverdur dagur í Premier League.

26. umfar var skotið í gongd, tá Newcastle - ið er í botnstríðnum - fekk eitt stig í London móti West Ham, ið jagstrar fjórða plássið.

Hetta var gott úrslit hjá Newcastle, men kortini nærkast Burnley og Watford. Bæði vunnu á útivølli seinnapartin -  Watford á Aston Villa í Birmingham har Dennis skoraði einsamalla málið í 78. minutti, og Burnley heili 3-0 í Brightton. Everton, nú við Frank Lampard sum venjarar, er framvegis bundið at niðurflytingarstríðnum eftir 2-0 tap fyri Southampton í dag.

Arsneal knógvaði Brentford á heimavølli og liggur í løtuni til fjórða plássið, um útsettu dystinir hilnast væl. Tottenham hevur eisini spælt 23 dystir - tríggjar og tveir dystir færri enn ávíkast West Ham og Manchester United, ið eru líka frammanfyri. Liðið hjá Ragnick spælir í Leeds í morgin.

Liðið hjá Conte fekk eitt framúr úrslit, tá tað var á vitjan hjá oddaliðnum. Dejan Kulusevski legði útiliðið á odda longu eftir tríggjar minuttir, talan var um fyrsta mál hansara í Premier League, og hóast City svaraði aftur tvær ferðir - 2-2 málið kom í 82. minutti - so fekk Tottenham øll trý stigini. Hetta tryggjaði Hary Kane við stútara og sínum seinna málið í dystinum í 95. minutti.
Harvið er Tottenham framvegis væl við í stríðnum um Champions League pláss.

Manchester City vann 5-0 í júst Champions League fyrr í vikuni, og hevði undan dagsins dysti ikki tapt í Premier League síðani síðst í oktober. Nú er oddasessurin meira í vanda. Liverpool kom afturum beint eftir steðgin í dag, tá Milot Rashica sló til, men Mané, Salah og nýinnkeypti Luis Diaz svaraðu aftur, og er nú seks stig aftanfyri City við einum dysti færri.

Chelsea hongur framvegis partvíst í. Grannauppgerðin á Serhurst Park í dag sá út til at fara at enda málleys, men í 89. minutti skoraði "heiti" Hakim Ziyech fyri liðið hjá Tuchel.


Premier League 26. umfar 
Leygardagur 19.02

West Ham - Newcastle 1-1
Arsenal - Brentford 2-1
Brighton - Burnley 0-2
Liverpool - Norwich 3-1
Southampton - Everton 2-0
Aston Villa - Watford 0-1
Crystal Palace - Chelsea 0-1
Man City - Tottenham 3-2

Í morgin - sunnudagin 20.02
14.00: Leeds - Manchester United
16.30: Wolves - Leicester


Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder