Í gjár gjørdist greitt, at KÍ skal spæla móti Differdange í 1. umfari í Champions League.
Les meira: KÍ til Luksemborg
Tað burdi verið ein fínur møguleiki hjá føroyameistarunum fyri at koma víðari. Í fjør eydnaðist KÍ at koma víðari móti stórfavorittunum úr Fernencvárosi. Um tað eydnast í 2024, so eru fýra ymiskir møguleikar í lutakastinum til 2. umfar í Champions League.
Hetta verður klokkan 11. Í hinum bollanum eru meistaraliðini úr øllum trimum skandinavisku londunum: Noreg, Danmark og Svøríki, umframt Sparta Prag. Kekkiku meistararnir hava júst fingið Jens Berthel Askou (HB 2020) sum hjálparvenjari. Líkamikið hvussu lutakastið háttar seg her, so verður tað tungt hjá KÍ, um liðið kemur víðari í Champions League.
Í 2022 spældi KÍ ímóti Bodø/Glimt. Tað endaði 3-0 í Noreg, men KÍ vann dystin í Klaksvík 3-1. VIð samanlagda tapinum fór KÍ í 2. umfar í Conference League, og hetta kann verða vegurin hesaferð. Um so er, so eru seks møgulig mótsstøðulið - taparin av seks øðrum dystum í 1. umfari í Champions League.
Millum hesi eru Gunnar Vatnhamar og hinir íslendsku greipuvinnararnir ein møguleiki.
Sí eisini:
Gunnar og Víkingur skulu spæla móti írsku meistarunum
Video: Dokumentarurin um bólkaspælið hjá KÍ
Niðanfyri síggjast møguleikarnir hjá KÍ, um liðið spælir seg víðari í fyrstu syftu, og um tað ikki skuldi eydnast.
Champions League, 2. umfar - um KÍ kemur víðari úr 1. umfari
FK Bodø/Glimt (Noreg)
FC Midtjylland (Danmark)
AC Sparta Praha (Kekkia)
Malmö FF (Svøríki)
Conference League, 2. umfar - KÍ endar har, um liðið tapir fyri Differdange
PFC Ludogorets 1945 (BUL) - FC Dinamo Batumi (GEO)
FC Flora Tallinn (EST) - NK Celje (SVN)
Hamrun Spartans FC (MLT) - Lincoln Red Imps FC (GIB)
FC Dinamo Minsk (BLR) - FC Pyunik (ARM)
FC Ordabasy (KAZ) - FC Petrocub (MDA)
Vikingur Reykjavík (ISL) - Shamrock Rovers FC (IRL)
Tapari av hesum dystunum
Lutakastið til 2. umfar í Champions League verður klokan 11 - lutakastið til 2. umfar í Conference League verður klokkan 13
Sí eisini: HB kann fáa ógvuliga hart lutakast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald