Fótbóltur

KÍ til Luksemborg

Eitt á pappírinum gott lutakast til fyrsta umfar í Champions League. KÍ spælir fyrra dystin móti Differdange við Djúpumýru 9. ella 10. juli.

Fyri tólv árum síðani spældi Árni Frederiksberg móti júst Differange í Europea League við NSÍ. Hann varð toppskjútti í undankappingini í fjør við seks málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyri tólv árum síðani spældi Árni Frederiksberg móti júst Differange í Europea League við NSÍ. Hann varð toppskjútti í undankappingini í fjør við seks málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-18 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur seinnu árini í summum førum rakt heilt illa, tá tað snýr seg um lutakast. Hesaferð var heilt gott - í øllum førum á pappírinum.

Differdange er úr Luksemborg, sum ikki er nøkur stór deild í Evropa - styrkismett undir Betrideildini bygd á evropeisk úrslit seinastu fimm árini.

[object Object]
Skíggjamynd: UEFA

Differdange vann í fjør sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1979 og hevur ikki vunnið seg víðari í evropeiskari kapping síðani 2015. Tá var tað móti Bala Town úr Wales. Seinastu tvey árini hevur liðið tó staðið seg væl móti slovenskari mótsstøðu, og í 2012 vann Differdange 3-0 heima og 3-0 úti móti NSÍ.

Talan var um eitt í høvuðsheitinum ungt NSÍ-lið, sum millum annað Árni Frederiksberg spældi við. Nú skal toppskjúttin í Champions League-undankappingini í fjør aftur royna seg móti Differdange.

Hóast KÍ var styrkismett og slapp undan millum annað Celje, so verður talan als ikki um lætta uppgávu. Nógvur peningur er í Luksemborg, har ein ávís menning eisini hevur verið í fótbóltinum. Føroyameistararnir hava heldur ikki somu styrki sum í fjør, tá liðið kom víðari tvær ferðir í júst Champions League - uttan at vera styrkismett.

Champions League 1. umfar
KÍ - FC Differdange (Luksemborg)

Fyrri dysturin verður spældur á nýggja graslíkisvøllinum við Djúpumýru týsdagin 9. julli ella mikudagin 10.juli. Differdange tekur ímóti í seinna dystinum, sum verður spældur 16. ella 17. juli.

Ein annar møguleiki hjá KÍ var Víkingur Rekjavík. Íslendsku greipvinnararnir og Gunnar Vatnhamar fingu ístaðin Shamrock Rovers. Írska meistaraliðið er sterkt men tapti í fjør móti Klæminti Olsen og Breiðablik í hesum umfarinum.

Lutakastið til Conference League 1. umfar, har B36 og Víkingur eru í pottinum, byrjar klokkan  15 føroyska tíð.

Les eisini: B36 og Víkingur hava fimm møguleikar hvør

Dagført: 13.39 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder