Fótbóltur

B36 og Víkingur hava fimm møguleikar hvør í Conference League

Lutakastið til fyrsta umfar verður klokkan trý í morgin. B36 er styrkismett - millum møguleikarnar hjá Víkingi eru fleiri gamlir kenningar hjá føroyskum feløgum.

Víkingur er í gongd við eitt gott kappingarár - hjá B36 gongst væl verri. Evropa er á skránni í næsta mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur er í gongd við eitt gott kappingarár - hjá B36 gongst væl verri. Evropa er á skránni í næsta mánaða (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-17 17:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í morgin verður lutakast til fyrsta umfarið í UEFA Conference League 2024/2025.

Tvey føroysk lið vera í pottinum. Talan er um Víking og B36, sum endaðu á ávíkavist 2. og 4. plássið í Betrideildini í fjør. HB hevur sum føroyskur steypavinnari frí í 1. umfari. KÍ er í Champions League.

Sí eisini: KÍ kann møta Gunnari Vatnhamar í Champions League

B36 hevur javnan seinastu árini staðið seg væl í Evropa, og tvey tey seinastu árini er liðið komið víðari tvær ferðir í júst Conference League. Úrslitini hava verið so mikið góð, at B36 er styrkismett hesaferð. Tað merkir, at møguleikarnir fyri góðum lutakasti - og harvið tí at koma víðari - á pappírinum eru betri enn vant.

Møguligu mótstøðuliðini hjá B36:
FA Siauliai (Litava)
NK Bravo (Slovenia)
FK Auda (Lettland)
Valur (Ísland)
Una Strassen (Luksemborg)

Talan er um rímiliga ókend lið fyri føroyingar. Valur úr Reykjavík er tað, sum tey flestu kunnu seta í samband við nakað. Har burdi B36 so havt ein fínan møguleika.

Einki av hesum mótsstøðuliðnum er ræðandi, men Magne Hoseth og teir ynskja helst at sleppa undan at fara til Slovenia: Auda spælir í tí væl sterkastu deildini av hesum.

[object Object]
Magne Hoseth í Slovenia í Conference League. Í fjør var tað bólkaspæl har - nú byrjar Hoseth í fyrsta umfari við B36 (Mynd: Aleksandar Djorovic)

Víkingur kom víðari í 1. umfari í kappingini fyrraárið, men í fjør kiksaði tað móti mótsstøðu úr Andorra. Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen er ikki styrkismett.

Góður møguleiki er at møta liði, sum áður hevur verið í Føroyum: Derry og Paide spældu móti ávíkavist HB og B36 í Conference League í fjør. B36 vann á Paide, og estiska liðið er á pappírinum eitt gott lutakast fyri teir úr Eystur kommunu.

Linfield hevur sligið fýra ymisk feløg út úr ymiskum kappingum - hetta kundi tó givið javnar dystir. Liepaja liggur í løtuni á 9. plássið í Lettlandi, so hetta er kanska besta lutakastið. Zalgiris Vilnius, ið vann á KÍ í 2018, er marrulutakastið. Hetta er helst sterkast liðið í øllum umfarinum, og hevur Zalgiris verið í bólkaspælinum í kappingini.

Møguligu mótstøðuliðini hjá Víkingi:
Zalgiris Vilnius (Litava)
Linfield FC (Norður Írland)
FK Liepaja (Lettland)
Paide Linnameeskond (Estland)
Derry City (Írland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder