KÍ eru styrkismett í bólki 2 til lutakastið til fyrsta umfar í Champions League. Eitt av liðnum, sum ikki er styrkismtt, ert Víkingur Reykjavík, ið føroyski landsliðsspælarin Gunnar Vatnhamar dagliga spælir. Talan er um íslendsku greipuvinnararnar.
Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík kunnu enda í Føroyum. Íslendsku greipuvinnararnir ætla sær meira í Evropa í ár, eftir at tað kiksaði í Conference League í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm(
Sostatt er tað møguligt, at føroyingar hittast báðu megin miðsirkulin, tá dystirnir eftir ætlan verða leiktir 9.- 10. og 16.-17. juli 2024.
Hetta fáa vit svar uppá, tá lutakastið verður týsdagin 18. juni klokkan 13:00 føroyska tíð, í House of European Football í Nyon, Sveits. Lutakastið kann stroymast á heimasíðuni hjá UEFA.
FC Differdange 03 úr Luxembourg er eisini millum liðini. Talan er um lægst styrkismetta lið í bólkinum. Søguliga sæð hevur Differdange ikki vunnið nógv í Evropa, men summi munnu nokk minnast tann dagin í juli 2012, tá NSÍ tapti 3-0 á heimavølli móti Differdange.
Tað er tó torført at meta um, hvørjum KÍ hevur størsta fyrimunin móti. Tað kann hugsast, at lið sum Larne FC úr Norður Írlandi kunnu vænta stóra mótstøðu frá KÍ, hóast føroysk feløg søguliga hava tað torført móti norðurírskum liðum.
Bólkur 2
Styrkismett
HJK Helsinki (FIN)
FC Flora Tallinn (EST)
KÍ Klaksvík (FRO)
Shamrock Rovers (IRL)
FC RFS (LVA)
Ikki styrkismett
NK Celje (SVN)
Larne FC (NIR)
FK Panevezys (LTU)
Vikingur Reykjavík (ISL)
FC Differdange 03 (LUX)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald