Hondbóltur

Kann gerast søguligt kvøld á Skála

StÍF hevur møguleikan at tryggja sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti - Neistakvinnur skulu royna at syrgja fyri, at tað verður ein fimta finala á Hálsi leygardagin.

Við tveimum sigrum í Høllini á Hálsi hevur StÍF sett seg í eina sera góða støðu (Mynd: Sverri Egholm)

Við tveimum sigrum í Høllini á Hálsi hevur StÍF sett seg í eina sera góða støðu (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-21 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1991 og 1993 endaði Skála ovast í fremstu kvinnudeildini í hondbólti. Tá fevndi Skála Ítróttarfelag eisini um hondbólt, og kvinnurnar vunnu eisini steypakappingina í 1991. 

StÍF hevur ongantíð vunnið gull á kvinnusíðuni. Í 1999 var liðið í steypafinaluni, men tapti við einum máli fyri VÍF. Seinastu mongu árini hevur StÍF fyri tað mesta verið í botninum, men í hesum kappingarárinum var liðið eitt mál frá at koma í steypafinaluna og í grundspælinum endaði StÍF á 4. plássi og vann sær harvið rættin at spæla hálvfinalur. Har varð H71 koppað tvær ferðir, og higartil er 2-1 til StÍF í finaludystum móti Neistanum.

[object Object]
Lív Poulsen hevur verið ein fongur fyri StÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá Jón Rasmussen hevur vunnið báðar dystirnar í Havn, men á Skála, fyri viku síðani, var Neistin stinnari. Tá spældi StÍF tó uttan Haruku Gima, ið er eitt gott boð til ársins leikara í deildini í ár. Hon var við aftur leygardagin, tá StÍF vann við heili sjey málum í Høllini á Hálsi. Hjá Neistanum hevur tað harvið snúð seg um at reisa seg til hesa fjórðu finaluna, ið liðið úr Havn fyri alt ikki vil skal gerast tann seiansta.

Neistin tapti eina tætta steypafinala móti H71 í februar, og í FM-hálvfinalunum móti grannunum vóru neistakvinnur omaná. Einki steyp er komið í hús síðani í 2016, tá Neistin vann greipuna, so í bláu leguni er svongdin helst stór. Nógv hongur á Marjun Danberg, ið er lyklaleikari í bæði álopi og í verju, men so eru nógvir spennnadi ungir leikarar, og Margit Weihe Frimundsdóttir kann fáa ein lyklaleiklut í málinum í kvøld.

[object Object]
Tær á heimaliðnum skulu ansa serliga væl eftir royndu Marjun Danberg í kvøld - hon hevur verið við til at vunnið fleiri steyp til Neistan (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
16-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið fekk ein lyklaleiklut í triðju hálvfinaluna, kann fáa stóran týdning fyri álopsspælið hjá Neistanum (Mynd: Sverri Egholm)

Lagt er upp til eina ógvuliga spennandi finalu í kvøld, ið kann gerast tann seinasta. Á vestara armi á Skálafjørðinum er áhugin ógvuliga stórur, nú StÍF-kvinnurnar kunnu skrivara søgu, og høllin á Skála verður helst stúgvandi full nakað áðrenn fyrsta brískl, sum verður klokkan 18. Portalurin verður á staðnum og hevur fleiri myndir og videobrot, umframt at vit taka samanum finaluna. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Les eisini: Jón Rasmussen: Tað verður tosað um hondbólt allastaðni

Fjórða FM-finalan í SMS-deildini
21.04 
18.00: StÍF (2) - Neistin (1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder