- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri felagið. at vit eru komin so langt, sum vit eru. Tað er ein sera positivur andi í bygdunum báðum um felagið, og fyri meg persónliga er hetta sera stórt at royna at vera venjari, og at tað so hevur gingið so væl, sum tað hevur, ger alt bara stuttligari.
Soleiðis sigur Jón Ljósa Rasmussen við Portalin. Hann er maðurin, sum stendur á odda fyri besta kvinnuliðnum hjá StÍF, sum er á gáttini til sítt fyrsta føroyameistaraheitið nakrantíð. Skála vann FM í 1991 og 1993, men Stranda Ítróttarfelag eigur "bara" steyp á manssíðuni. Talan er um ellvu: Seks ferðir hava menninir vunnið steypakappingina og fimm ferðir FM, men nú eru fjúrtan ár síðani, at veruligur gullrómur var.
Tað at kvinnurnar hjá StÍF nú bert eru ein sigur frá FM ger, at áhugin, sum vanliga er stórur fyri hondbólti á vestara armi á Skálafjørðinum, er ovurstórur. Hetta hevur venjarin merkt í dagligdegnum.
- Tað er eingin ivi um, at stemningurin í bygdinum er sera positivur. Allastaðni man kemur verur tosað um hondbólt. Og tað eru eisini fólk, sum man ikki helt vóru áhugaði í hondbólti, sum práta um hetta.
StÍF vann fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi sunnudagin 11. apríl. Tað var tepurt, og tað var tað eisini á Skála tríggjar dagar seinni, tá Neistin vann við einum máli. Leygardagin var Haruka Gima við aftur, og StÍF vann sera greitt - 20-27 - í høvuðsstaðnum. Í annaðkvøld kann avgerðin falla á Skála. Jón Rasmussen sigur, at tað merkist væl, at tað er stutt ímillum hesar finalurnar, men at tað í annaðkvøld snýr tað seg út um at hava eina sterka verju og annars at njóta at spæla hendan dystin:
- Tað er ikki so lætt at fyrireika seg og broyta nakað til hesar dystinar, tí tað eru ikki nógvar venjingar. Dystirnir liggja tætt, og spælarar eru byrjaðir at føla tað í kroppinum. Harvið snúgva venjingarnar ímillum dystirnar bara um lítlar justeringar - annað fær man ikki gjørt. Til dystin í morgin fara vit inn at hava tað stuttligt og royna at njóta stemningin. Vit fara at royna at hava eina góða verju og so taka harfrá.
Fyrsta bríksl í Høllini á Skála, har allarhelst verður stúgvandi fult, og har FM hjá kvinnum 2020/2021 kann verða avgjørt við StÍF-sigri, verður klokkan 18. Portalurin verður á staðnum.
Hondbóltur
- Tað verður tosað um hondbólt allastaðni
- Tað er ein sera positivur andi her, og í morgin fara vit inn at royna at njóta stemningin. Hetta sigur Jón Rasmussen, sum í annaðkvøld kann gerast føroyameistari við sínum StÍF-liði.
Jón Ljósa Rasmussen og hansara lið sigraðu í hálvfinalunum á steypavinnarunum og vinnaraunum av grundspælinum. Kvinnurnar hjá StÍF hava vunnið tvær av trimum finalum higartil, og harvið manglar bert ein sigur (Mynd: Sverri Egholm)
2021-04-20 18:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald