Síðst í hesum mánaðinum fara fyrireikarar av OL í Tokyo at gera av, um útlendskir fjepparar skulu sleppa til Japan at hyggja eftir leikunum, hetta orsakað av korona.
Men japanska fólkið ynskir ikki, at útlendskir fjepparar skulu sleppa til OL, vísir ein kanning, sum japanski miðilin Yomiuri hevur gjørt.
77 prosent av teimum spurdu halda ikki, at fyrireikarir skulu loyva útlendskum áskoðarum, meðan 18 prosent halda tað vera í lagi, skrivar Ritzau.
Kanningin vísir eisini, at 48 prosent yvirhøvur ikki ynskja, at ákoðarar skulu sleppa til OL, óansæð hvar teir eru frá. 45 prosent vilja tó hava áskoðarar.
Eftir ætlan skal OL vera í japanska høvuðsstaðnum í døgunum 23. juli til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald