Annað

Kappast í bogaskjóting um vikuskiftið

Leygardagin kappast tey ungu í Runavík, og sunnudagin kappast tey eldru í Havn.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-20 12:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið er aftur bogaskjóting á skránni.

Í dag, leygardagin 20. februar, er kapping hjá børnum og ungum á skránni í hølinum hjá bogaskjótifelagnum Ørvur í Runavík. Kappast verður á 15 metra frástøðu. Sjey skjúttar luttaka.

Í morgin, sunnudagin, verður tað kappingin hjá teimum eldru, sum er á skránni. Tá skulu 12 skjúttar kappast í 18 metra frástøðu.

Kappingin verður í hølinum hjá bogaskjótifelagnum Tambar í Havn.

Báðar kappingarnar byrja klokkan 14.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder