Tað hava verið 3-2 og Dagur og vika í Kringvarpi Føroya, sum hava hýst lutakastinum í kappingini um løgmanssteypið, men hetta sær út til at vera ein farin tíð.
Televarpið boðar í dag frá, at mánakvøldið verður lutakast um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og tað verur altso á Rás 1.
- Sent verður beinleiðis á Rás 1 klokkan 20, sum er beint eftir dystin millum B36 og HB, sum verður vístur á somu rás, sigur Televarpið.
Tað verður Eli Hentze, sum vann Løgmanssteypið við B71 í 1993, sum fer at taka kúlurnar úr bollanum og para feløgini í teimum átta dystunum, sum skulu spælast í fyrsta umfari.
Fyrsta umfar verður spælt leygardagin 22. apríl.
Televarpið sendir beinleiðis frá Løgmanssteypinum
Tilsamans skulu seytjan dystir spælast í kappingini um Løgmanssteypið, áðrenn vinnarin kann lyfta steypið á Tórsvølli 4. november.
Televarpið hevur gjørt avtalu við Fótbóltssamband Føroya um, at allir dystirnir verða vístir beinleiðis í Televarpinum.
Toymið hjá Televarpinum varð herfyri styrkt við Tróndi Arge, sum í nógv ár hevur verið ímyndin av fótbóltsfrásøgnunum á FM1 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald