Fótbóltur

Kára Djurhuus skal spæla í Italia

23-ára gamli landsliðsleikarin hevur skrivað undir sáttmála við Pomigliano, sum stríðist fyri at koma upp í Serie A.

Kára spældi fýra A-landsdystir í fjør og er skrásett fyri 20 ungdómslandsdystir (Mynd: Sverri Egholm)

Kára spældi fýra A-landsdystir í fjør og er skrásett fyri 20 ungdómslandsdystir (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-12 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Italska heimasíðan calciofemminileitaliano.it skrivaði í gjár, at føroyska Kára Djurhuus var á veg at gera sáttmála við Pomigliano.

Pomigliano er beint við Napoli. Liðið er í næstbestu deildini og liggur til uppflyting til Seriu A, og nú er tað komið uppá pláss, at føroyski landsliðsmiðvallarin skal hjálpa liðnum við tí.

Kára er í løtuni á veg til Italia. Portalurin hevur fingið upplýst, at partarnir eru samdir um ein sáttmála, og at Kára harvið skal royna seg í italskum fótbólti heilt skjótt.

[object Object]
Kára í steypafinalu - her sum EBS/Skála leikari móti HB (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Kára Djurhuus spældi í fjør 21 dystir og skoraði sjey mál fyri HB. Hon legði eisini upp til fýra mál í reyðu troyggjuni (Mynd: Sverri Egholm)


Kára Djurhuus er úr Kollafirði og er uppvaksin í EB/Streymi. Kára var við til at vinna greipuna við EBS/Skála í 2017 og 2018. Í fjør spældi hon við HB. Samanlagt hevur Kára, ið fyllur 24 ára seinni í vikuni, spælt 129 dystir í Betrideildini og hevur skorað 29 mál sambært FaroeSoccer.

Seks ferðir hevur hartarbeiðandi miðvallarin spælt í Champions League, og Kára Djurhuus fekk í fjør sínar fyrstu fýra A-landsdystir.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder