Fótbóltur

Karl Løkin heldur fram í ÍF

ÍF hevur sett sær fyri at flyta uppaftur í bestu deildina beinanvegin – venjaraspurningurin eisini komin upp á pláss.

(Savndmynd: Sverri Egholm)

(Savndmynd: Sverri Egholm)

2021-12-08 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast ÍF flutti niður í næstbestu deildina, so kann felagið halda fram komandi kappingarár við sama liðskipara.

Royndi miðvallarin, Karl Løkin, hevur í dag skrivað undir sáttmála við felagið fyri kappingarárið 2022, boðar ÍF frá í dag.

Karl Løkin er 30 ára gamal og hevur spælt 275 dystir í bestu deildini í Føroyum. Hetta verður 10. árið, at hann umboðar ÍF. Hann hevur frammanundan umboðað barndómsfelagið NSÍ og eitt ár spældi hann við Víkingi.

Karl Løkin er sonur Abraham Løkin, fyrr Hansen, sum er úr Fuglafirði.

[object Object]

Alex Jovevic verður venjari
Fyrr í vikuni boðaði ÍF eisini frá, at tað hevur fingið venjaraspurningin upp á pláss. Sáttmáli er gjørdur við Aleksandar Jovevic, sum í 12 ár var hollur stuðul á miðjuni hjá ÍF.

43 ára gamli serbin, sum í dag er giftur og búsettur í Fuglafirði.

Hann var eisini høvuðsvenjari hjá ÍF kappingarárið 2015, og hevur síðan roynt seg sum venjari, eitt nú hjá besta kvinnuliðinum hjá KÍ, hjá næstbesta liðnum hjá HB og seinastu tvey árini sum hjálparvenjari hjá B68, sum flutti upp í ár.

ÍF skrivar, at málið fyri komandi kappingarárið er at vinna deildina fyri at tryggja luttøku aftur í bestu deildini í 2023. Samstundis skal Aleksandar vera við til at menna ungar, lokalar leikarar, so teir vera skúlaðir, til at spæla við í bestu føroysku deildini, í nógv ár framyvir.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder