Nøkur tepur tap hava verið, men NSÍ hevur ongantíð "fingið stig" á útivølli í evropeiskum dysti áður. NSÍ hevur spælt 14 ferðir á útivølli í Evropa, og oftast hava uppgávurnar á útivølli verið heilt truplar.
Í fjør spældi liðið av eystara armi á Skálafjrøðinum seg víðari á fyrsta sinni í evropeiskari kapping við 5-1 sigri á Barry Town úr Wales. NSÍ varð styrkismett til hesar dystirnar í Conference League og skal nú royna at koppa liðnum, sum í løtuni liggur nummar átta í Finnlandi, yvir tveir dystir. Honka er, sambært veddingarfyritøkunum, greiður favorittur í kvøld.
Les eisini: NSÍ og KÍ eru undirtippaði
Fyrra uppgávan er á graslíkinum á Bolt Arena, ið vanliga er heimavøllurin hjá HJK Helsinki, sum seinnu árini hevur sligið HB og Víking út úr Champions League. Espoo, har FC Honka er frá, liggur annars nakað frá finska høvuðsstaðnum, men heimavøllurin hjá liðnum er ikki góðkendur til evropeiskar dystir. Regulin um útivallarmál er nú burtur, so tað snýr seg ikki so nógv um hjá liðnum hjá Allan K. Jepsen at fáa mál, men heldur eitt samlað gott útgangsstøði til dystin á Svangaskarði um eina viku.
Tróndur Jensen hevur evropeiskar royndir frá HB, har hann í fleiri førum hevur skarað framúr. Nú skal hann spæla fyri NSÍ í Evropa fyri fyrsti ferð (Mynd: Sverri Egholm)
Petur Knudsen er nú ikki longur NSÍ-leikari, og harvið hevur liðið mist ein risa profil. Landsliðsmálverjin Tórður Thomsen er heldur ikki tøkur til í kvøld - hann er skaddur í knænum. Tað verður 23-ára gamli Karstin Hansen, ið skal verja málið móti Honka. Glyvramaðurin hevur verið nógv eykamálverji í barndómsfelagnum, men kom á landsliðið í tíðini tá hann var á Skála. Ein stóran part av kappingarárinum hevur Karstin verið í Danmark í útbúgvingarørindum, so hann hevur bert spælt tveir skrásettar dystir í 2021 - báðar við næstbesta liðnum. Nú skal hann spæla sín fyrsta evropeiska dyst nakrantíð. Karstin Hansen hevur tó góðar royndir frá ungdómslandsliðunum.
Seinastu dystirnar hevur ungi Dánial Danielsen vart málið ístaðin fyri skadda Tórð Thomsen. Nú er Karstin aftur. Frammanfyri sær hevur hann helst eina fimm-mans verju, hóast uppstillingin hjá UEFA vísur 4-3-3 við roynda Jóhan Troest Davidsen, ið hevur verið úti við skaða fyri kortum, á vinstra bakki og Rógva Egilstoft á sentrala miðvøllinum. Hetta er ein møluglieki, men meira sannlíkt er, at talan verður um tí miðverjuna, ið NSÍ nýtti mest í fjør, og so skulu danirnir stuðla Klæmint Andrasson Olsen longur frammi á vøllin:
Byrjanaruppstilling hjá NSÍ:
Karstin Hansen - Pætur Hentze, Oddur Árnasson Højgaard, Jákup Jacobsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Betuel Hansen, Tróndur Jensen - Jacob Trenskow, Klæmint Andrasson Olsen, Mikkel Elbæk Jakobsen
Á bonkinum: Dánial Danielsen, Meinhard Debes Geyti, Atli Petersen, Jørgen Nielsen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Sølvi Sigvardsen, Pætur Turiðarson Skipanes, Aron Knudsen, Sjúrður Pauli Nielsen
- Tórður Thomsen og Búi Egilsson eru eisini á dómaraseðlanum men eriuikki førir fyri at spæla
Dysturin millum FC Honka og NSÍ, ið verður leiktur í umleið fimmogtjúgu hitastigum, verður ikki stroymdur. Fyrsta bríksl verður klokkan 17, og til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald