Føroysku umboðini í fyrsta umfari í nýggju UEFA Europa Conference League byrja á útivølli. Hetta ger sítt til, at veddingarfyritøkurnar ikki meta, at tey hava stórvegis møguleika í kvøld.
KÍ, sum hevur staðið seg væl í evropeisku kappingunum farnu árini, spælir í Lettlandi, har oddaliðið í Virsliga tekur ímóti. Rigas Futbola Skola (RFS) hevur 34 stig fyri 14 dystir og hevr bert tapt tveir. Í fjør endaði RFS nummar tvey, og í 2019 gjørdist høvuðsstaðarfelagið steypavinnari. 14 útlendskir leikarar eru í hópinum - harav leikarar frá Brasil, Argentina, Kroatia og Kekkia. Í fjør gjørdist talan um tepurt tap í Europa League á útivølli fyri serbiska felagnum FK Partizan í Beograd.
Hjá flestu veddingarfyritøkum liggur ein heimasigur í Lettlandi til odds 1,65-1,75. Um KÍ spælir javnleik, fær ein pengarnar 3,50 ella eitt sindur meira enn tað aftur. Sigur til útiliðið gevur pengarnar millum fýra og fimm ferðir aftur.
KÍ hevur fleiri góð úrslit seinastu árini í Evropa. Páll Klettskarð skoraði hattrikk móti Dinamo Tibilisi í Europa League í fjør. Áleyparin er nú tøkur aftur eftir skaða (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ er í løtuni nummar fýra í Betrideildini. Liðið hevur júst mist ársins leikara í Betrideildini í fjør, Petur Knudsen, ið er farin til Lyngby, og er uttan skadda fyrstamálverjan Tórð Thomsen. Nú skal Allan K. Jepsen á fyrsta sinni standa á odda fyri einum liði í evropeiskum dysti.
FC Honka Espoo hevur ikki havt eitt gott kappingarár í bestu finsku deildini, har tólv lið eru. Honka er á 8. plássi við tíggju stigum fyri ellivu umfør. Í fjør endaði liðið nummar fýra, og seinasta summar tapti Honka 5-2 fyri AGF í fyrsta umfari í Europa League.
Veddingarfyritøkur hava finska liðið sum greiðan favoritt í kvøld. Ein heimasigur í Helsinki gevur hjá summum bert 1,30, meðan hjá øðum liggur oddsi beint omanfyri 1,40. Javnleikur gevur 4,30-4,50. Ein sigur til NSÍ gevur peningin yvir seks ferðir aftur hjá teimum allarflestu.
Klæmint Andrasson Olsen skoraði hattrikk, tá NSÍ í fjør skrivaði søgu við at spæla seg víðari í evropeiskari kapping á fyrsta sinni (Mynd: EPA)
Báðir dystirnir byrja klokkan 17 í kvøld - klokkan 19 lokala tíð. Hitastigini vera í báðum støðunum líka yvir tjúgu stig. Honka hevur í hesum førum heimavøll á leikvøllinum hjá HJK Helsinki í høvuðsstaðnum, og RFS tekur ímóti KÍ í Jurmala, ið er 25 kilometrar frá Riga, tí sín egni leikvøllur ikki lýkur altjóða krøv. Regulin um útivallarmál er ikki galdandi longur.
Dysturin hjá KÍ kann stroymast á R2 hjá Televarpinum. Óvist er, hvussu er við dystinum hjá NSÍ.
Les eisini: Leggja seinastu hond á evropeisku fyrireikingarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald