Annað

Karstin Ljósstein kom heim við silvurheiðursmerki

Tapti finaluna í Hillerød móti íslendingi, men eins og undanfarin ár kom Tórshavn Boksing aftur av stevnuni við heiðursmerki. David Kunoy og Teitur Annand Berg vóru eisini í nevaleiki í stóru altjóða kappingini.

David Kunoy, Karstin Ljósstein og Teitur Annand Berg (Mynd: Tórshavn Boksing)

David Kunoy, Karstin Ljósstein og Teitur Annand Berg (Mynd: Tórshavn Boksing)

2024-10-15 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir av bestu nevaleikarunum hjá Tórshavn Boksing kappaðust um vikuskifti í Hillerød. Talan var um stóru altjóða boksikappingini HSK Cup

520 boksarar úr 14 ymiskum londum luttóku - David Kunoy, Teitur Annand Berg og Karstin Ljósstein vóru umboðini hjá Føroyum og Tórshavn Boksing.

David boksar í weltervekt-flokkinum millum 63,5 og 67 kilo. Teitur boksar í lættvekt millum 57 og 60 kilo og Karstin boksar í lætt veltervekt, sum er 60 til 63,5 kilo.

[object Object]
David, Karstin og Teitur (Mynd: Tórshavn Boksing)

David og Teitur eru elitu-boksarar. Báðir taptu sínar dystir leygardagin og komu harvið ikki til finaluumfarið.

Teitur Annand Berg hevði ein ógvuliga tættan dyst móti donskum mótsstøðumanni, har havnarmaðurin boksaði ein av sínum allarbestu dystum. Danin vann tó uppá stig - við einari "split decision" sum merkir, at dómararnir vóru ósamdir. Tórshavn Boksing helt eisini, at Teitur burdi vunnið, og eftir dystin samdust partarnir um, at teir burdu tikið ein umdyst í Føroyum, tí tað var so tætt og gott fyri báðar partar.

David Kunoy vann í fjør gull í kappingini við sigri á einum belgiskum boksara. Um vikuskifti hitti hann ein hálending, sum tó var í so sterkur, hóast David bjóðaði av í 2. og 3. umfari. Tørvur er helst at kappast meira uttanlands fyri millum annað at fáa røttu sparringina, staðfestir Tórshavn Boksing.

Karstin Ljósstein boksar í U19 við hjálmi. Hann stríddi seg leygardagin í finaluna við sigri á stríðsmanni úr Malmö. Sunnudagin noyddust Karstin og hinir føroyingarnir tó at sanna, at íslendski mótsstøðumaðurin var ov sterkur á degnum. Karstin var "til tælling" nakrar ferðir, tí dómarin metti, at hann fekk so hart slag. Karstrin var tó standandi á beinunum, men beint áðrenn tíðin rann út, støðgaði dómarin tíðini, og íslendingurin varð útróptur sum vinnari.

[object Object]
Íslendskt umboð og føroyskt umboð í U19-finalu á Norðursælandi (Mynd: Tórshavn Boksing)

Nøgdsemi er í venjaratoyminum hjá nevaleiksfelagnum í Havn við avrikið hjá Karstini, sum ikki hevur so nógvar altjóða royndir sum hinir.

Hetta var triðju ferð, at Tórshavn Boksing luttók til stóru altjóða stevnuna í Hillerød - og og triðju ferð at man kom heim við heiðursmerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder