
Hann er helst tann størsti kekkiski spælarin í søguni - í øllum førum síðani Kekkia og Slovakia fóru hvør sær í 1993.
Í 2003 vann táverandi Juventus-spælarin Balon d'Or, hægsta einsæris heiðurin hjá einum fóbóltsspælara, og hann var ikki langt frá at vinna EM við Kekkia.
Men í oktober 2025 er Pavel Nedved á einum øðrum staði. Í gjárkvøldið var 53-ára gamli kekkin á Tórsvølli.
Nedved er ikki høvuðsvenjari hjá Kekkia, men stendur við ítróttarligari høvuðsábyrgd fyri manslandsliðnum; eitt slag av ítróttarstjóra (general manager). Og harvið sær hann eftir tapi fyri Føroyum í gjár tað sum eina skuyldu at biðja um umbering.
- Eg biði um umbering fyri avrikið hjá kekkiska landsliðnum í Føroyum. Eg eri ógvuliga vónbrotin av tilgongd, hugburð og skipan okkara. Hetta er grundarlagið fyri okkara skipan, sigur Pavel Nedved í fráboðan í dag.
Nedved í góðum lag til eitt lutakast - øðrvísi var á "svalanum" á Tórsvølli í gjár, har hann sá sítt lið tapa móti Føroyum (Mynd: EPA)
Nedved hevur vunnið nakrar ferðir á Føroyum sum spælari; millum annað á heldur svikaliganum hátt í "mjørkadystinum" á Svangaskarði í 1998, tá annars eleganti miðvallarin fekk reytt kort.
Tá virdi Kekkia ikki andan í "Fair Play". Nú er harmljóð um "ein av størstu skommunum í kekkiskari fótbóltssøgu", sum tað verður skýrt.
Avrikið hjá føroyingum fær stórt rós, og kekkar standa spyrjandi, hvussu eitt land við umleið 55.000 íbúgvum kann basa sínum monnum. Atfinningarnar eru nógvar - millum annað frá fjølmiðlafólkunum, sum vóru á Tórsvølli í gjár.
Kekkia er enn eitt stig frammanfyri Føroyar í HM-undanbólkinum og kemur til HM play-off við sigri á Gibraltar í november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald