HB 2, KÍ 3. Tað er veruleikin aftaná 90 minuttir í Gundadali, og var tað trupult at taka KÍ aftur undan dystinum, so er uppgávan nærum ómøgulig nú.
KÍ var nógv tað betra liði á Ovara vølli í dag. Í fyrra hálvleiki vóru klaksvíkingar nógv farligari, og longu tá fýra minuttir vóru leiktir, legði Claes Kronberg KÍ á odda 1-0, og eldur kom í KÍ-fjeppararnar sum í kvøld høvdu hertikið bygdaskýlið.
Smáar tjúgu minuttir seinni var aftur mál til sterka útliðið sum við Odmar Færø økti til 2-0.
HB var betri við í seinna hálvleiki, og tá ein góður tími var leiktur, skoraði Daniel Johansen upp á beinleiðis fríspark til støðuna 2-1, og alt tóktiskt opið aftur. Útjavnandi málið kom tó ongantíð og hinvegin var tað Bob Sumareh sum økti um leiðsluna hjá KÍ til 3-1.
Síðstu løtuna royni HB at trýsta, og tað eydnaðist Hilmar Leon Jakobsen at fáa høvdið á bóltin tá 86 minuttir vóru leiktir. Hóast trýst frá HB, komu ikki fleiri mál í dystinum, og nógvu KÍ-fjeppararnir kundu fegnast um, at FM næstan er í hús.
KÍ kemur við sigrinum í dag upp á 50 stig, og tíggju stig eru niður til Víking á øðrum plássi við 40 stigum. HB er á triðja plássi við 33 stigum, men hava ein dyst færri.
HB - KÍ 2-3 (0-2)
4’ Bob Sumareh 0-1
21’ Odmar Færø 0-2
62’ Daniel Johansen 1-2
68’ Bob Sumareh 1-3
86’ Hilmar Leon Jakobsen 2-3
Stigatalvan
1. KÍ 50 stig (18 dystir)
2. Víkingur 40 stig (18 dystir)
3. HB 33 stig (16 dystir)
4. B36 31 stig (18 dystir)
5. NSÍ 29 stig (19 dystir)
6. B68 18 stig (18 dystir)
7. 07 Vestur 17 stig (18 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (17 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald