Fótbóltur

KÍ aftur frammanfyri NSÍ - nærkast aftur B36

Tann triðji og seinasti av dagsins dystum endaði við tryggum KÍ-sigri á Argjum.

Boris Dosljak legði KÍ  á odda í 1. minutti á Argjum, har liðið fekk týðandi stig í jagstranini eftir B36, ið vann heili 7-2 í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Boris Dosljak legði KÍ á odda í 1. minutti á Argjum, har liðið fekk týðandi stig í jagstranini eftir B36, ið vann heili 7-2 í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-22 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini fyrr í dag løgdu trýst á KÍ, ið fór á vøllin Inni í Vika á Argjum klokkan 17.

Les eisini: B36 og NSÍ greiddu sína skyldu

KÍ setti tingini uppá pláss fyrsta stóra korterið í nógva mjørkanum. Í fyrsta álopinum gjørdist Boris Dosljak fríur í vinstru síðu av brotsteignum hjá AB, og kantspælarin úr Montenegro fekk prikað bóltin framvið Tobias Brogaard.

Útiliðið setti seg eisini fullkomiliga á dystin beinanvegin og hevði bóltin sera nógv fyrru hálvu av 1. hálvleiki. Tað endaði eisini við einum máli afturat. Eftir sera gott uppspæl legði Jóannes Kalsø Danielsen ein góðan bólt inn í AB-brotsteigin, har fyrrverandi AB-leikarin, Patrik Johannesen, økti til 2-0 fyri KÍ.

[object Object]
Patrik skoraði tað seinna málið á Argjum í tjúkka mjørkanum kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir hetta kom sigurin hjá klaksvíkingum ongantíð í vanda: KÍ hevði fult tamarhald á støðuni, hóast argjamenn komu meira á bóltin og skapti onkrar støður. Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevði møguleikar at økja, men endaði við at hála ein tryggan sigur heim. 

KÍ er nú aftur tvey stig aftanfyri B36, nú fýra dystir eru eftir. Liðið hevur ongantíð havt so nógv stig eftir 23 umfør sum nú. 

Betrideildin, 23. umfar
22. september

AB - KÍ 0-2 (0-2)
1' Boris Dosljak 0-1
17' Patrik Johannesen 0-2

AB: Tobias Brogaard Larsen - Heri Mohr, Sørin Samuelsen, Leivur Joensen, Jónas Stenberg - Bárður Olsen, Mikkjal Hentze - Tóki á Lofti, Bjarni Skála, Lukas Grenaa Giessing - Bjarki Nielsen
Gult kort: Bjarki Nielsen

Venjari: Sorin Anghel

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Ísak Simonsen - Magnus Stamenstrø (60' Páll Andrasson Klettskarð), Simen Sandmæl (46' Semir Hadzibulic), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Boris Dosljak - Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (85' Jonn Johannessen)
Gul kort: Jákup B. Andreasen og  Deni Pavlovic

Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen


(14.30): TB - NSÍ 1-4 (0-1)

5' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
53' Petur Knudsen 0-2
55' Veljko Vukovic 1-2
79' Petur Knudsen 1-3
90' Jann Martin Mortensen (br.) 1-4 

(15.00): B36 - ÍF 7-2 (4-1)
6' Árni Frederiksberg 1-0
7' Hugin Samuelsen 2-0
18' Hans Jákup Lervig 2-1
23 'Brian Jakobsen 3-1
31' Brian Jakobsen 4-1
49' Erling Dávidsson 5-1
80' Karl Løkin 5-2
87' Árni Frederiksberg 6-2
90' Stefan Radosavljevic 7-2

Les meira um hesar dystirnar her

Mikudagin 25. september
EB/Streymur - HB
Skála - Víkingur

Støðan: 
1. B36 (56 stig) 23 dystir
2. KÍ (54 stig) 23 dystir
3. NSÍ (51 stig) 23 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 23 dystir
8. AB (15 stig) 23 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 23 dystir



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder