
Tveir teir seinastu dystirnar í 19. umfari í Betrideildini vórðu spældir í kvøld. Teir vóru nakað útsettir vegna evropeisku dystirnar hjá KÍ og Víkingi hóskvøldið, sum endaðu við vónbroti.
Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari
Hjá gjørdist ikki eins spennandi hjá KÍ sum hóskvøldið. Útiliðið kom heldur tilvildarliga á odda í 17. minutti, tá B36 ikki fekk ruddað burtur í brotsteignum, og Hallur Hansson fekk trýst bóltin í málið.
Heimaliðið hevði onkrar støður í 1. hálvleiki, men sum heild var KÍ greitt omaná. Tìðliga í 2. hálvleiki økti oddaliðið eftir frálíka sending frá Danieli Johansen og flottum stútara hjá Pálli Klettskarð, og so var eingin ivi. Stutt fyri leiklok økti Árni Frederiksberg eftir endurtrýst hjá Patriki Johannesen eydnaðist.
Les longri dystarfrágreiðing úr Gundadali her
KÍ er nú átta stig frammanfyri HB og tíggju stig frammanfyri NSÍ, og ósigraða liðið hjá Magnusi Powell hevur spælt ein dyst færri.
Reytt kort, seks mál og fleiri vendir í Sarpugerði
Tað var nógv meira drama í Norðragøtu, har NSÍ-miðverjin Lars Markmanrud longu í 3. minutti fekk beinleiðis reytt kort fyri neyðbremsu, og Jørgen Nielsen minuttin aftaná legði Víking á odda.
So vóru teir í gongd í Sarpugerði.
Tíggju minuttir eftir steðgin svaraði NSÍ av álvara aftur. Frísparkinnlegg frá Brandi Hendriksson, og Klæmint Olsen kom so at siga flúgvandi og drønstútaði í netið. Tveir minuttir seinni: Næsta sama stað, hesafrð Jasper van der Heyden í skjótum álopi, og so kastaði Michal Przybylski seg fram.
Brádliga var NSÍ á odda, og hóast Víkingur raknaði við, so fekk NSÍ eitt flott mál afturat: Aron Knudsen innfyri og har var Klæmint aftur.
Tað eydnaðist tó ikki vespunum at fáa trý ógvuliga flott stig við úr Sarpugerði. Víkingingarnir herjaðu á málið hjá Kristiani Joensen, og bert tríggjar minuttir eftir 1-3 málið minkaði Ragnar Skála eftir gott innlegg hjá Árna Nóa Atlason. Tað var undirhaldandi og inntenst, og í 88. minutti gav trýstið, yvirtali og ein innskifting hjá Jóhan Peturi Poulsen úrslit: Ari Olsen við flottari dribbling og hørðum innleggi í høgru, og so kastaði Martin Klein seg móti bóltinum og javnaði.
Fyrsta málið á besta liðnum síðani afturvendanina úr B68 og Víkingur situr fínt á 4. plássinum nú, hóast eitt korter í 2. hálvleiki í dag kostaði nakað. NSÍ er nú tvey stig frá HB og 2. plássinum.
Betrideildin 19. umfar
Í dag, mánadagin 18. august
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
17' Hallur Hansson 0-1
54' Páll Andrasson Klettskarð (Daniel Johansen) 0-2
84' Árni Frederiksberg (Patrik Johannesen) 0-3
Meira um dystin her
Víkingur - NSÍ 3-3 (1-0)
5' Jørgen Nielsen 1-0
56' Klæmint Andrasson Olsen (Brandur Hendriksson Olsen) 1-1
58' Michal Przybylski (Jasper van der Heyden) 1-2
71' Klæmint Andrasson Olsen (Aron Knudsen) 1-3
74' Ragnar Skála (Árni Nóa Atlason) 2-3
88' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 3-3
Í gjár, sunnudagin 17. august
B68 - FC Suðuroy 1-1 (1-1)
Sí meira um dystin her
HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
Sí meira um dystin her
Leygardagin 16. august
EB/Streymur - TB 2-2 (0-1)
Sí meira um dystin her
Les eisini: Suðuroyarfeløgini eitt stig longur frá 07 Vestur
Støðan eftir 19 umfør:
1. KÍ 52 stig *
2. HB 44 stig
3. NSÍ 42 stig
4. Víkingur 31 stig
5. B36 25 stig
6. EB/Streymur 23 stig *
7. B68 19 stig
8. FC Suðuroy 13 stig
------------------------
9. TB 11 stig
10. 07 Vestur 7 stig
* Ein dyst færri
Dagført: 20.58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald