Útsetti dysturin millum AB og KÍ gjørdist meira spennandi enn tey flestu høvdu væntað. KÍ vann, men tað var næstan spenningur um úrslitið allan dystin.
Í sínum fyrsta dysti sum oddamaður fyri AB hevði Rógvi Nónsgjógv Poulsen valt at havt Jasper van der Heyden sum fremsta mann og Bjarka Nielsen beint aftanfyri. Hetta eydnaðist væl, og tað var Bjarki sum í 9. minutti jagstraði ein langan bólt. Vindurin hjálpti eitt sindur, Heini Vatnsdal fekk ikki avgreitt støðuna, Lukasz Jarosinski kom á millumhond, og so var málið tómt at skallað bóltin í.
KÍ svaraði aftur. Jóannes Bjartalíð var fimm minuttir seinni sera nær við at stútað eitt hart og gott horna frá Jonn Johannessen í málið, men tað var Páll Klettskarð sum í 20. minutti javnaði, tá Boris Dosljak legði bóltin væl inn í AB-brotsteigin. Páll rann, sum Bjarki tíggju minuttir frammundan, væl, eins og AB-leikarin stútaði KÍ-áleyparin bóltin í tómt mál, tí málverjin var komin á millumhond.
Restina av hálvleikinum hevði KÍ greiða leikliga yvirvág, meðan AB stríddist væl ímóti og so at siga eingir málmøguleikar vóru. Mikkjal Thomassen skifti Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic og Ole Erik Midtskogen inn í hálvleikinum. Meiri ferð kom á KÍ-spælið, Ole Erik fann tíðliga Páll, ið stútaði væl, men Silas Eyðsteinsson bjargaði sera væl.
Myndir: KÍ - AB
AB hótti væl uppá umstillingar, og var sera nær við at leggja seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum, tá Van der Heyden var nær við at revsa eitt mistak hjá Heina, men Odmar Færø kom ímillum. Ístaðin varð tað 2-1 til KÍ, tá bólturin kom í armin á Sørini Samuelsen, ið kom skeivt á bóltin í samband við eitt innlegg, ið vindurin tók. Jóannes Bjartalíð var ísakaldur úr ellivu metrum.
AB hótti framvegis, men KÍ hevði nú betri tamarhald, fekk betri pláss, og fimm minuttir fyri leiklok misti Sørin bóltin, Ole Erik streyk avstað og legði hann til rættis fyri Dosljak, ið stongdi hurðina fyri AB.
Argjamenn kunnu tó vera sera væl nøgdir við innsatsin, og teir kunnu brúka hetta til nakað leygardagin. Tá skal AB spæla fyri lívinum móti EB/Streymi. Neyðugt er við betri úrslitið enn Skála fær í Torngisvági. KÍ er nú nummar tvey og endar í minst alagi nummar trý. 2. plássið skal tó koma í hús fyri at vera vísur í evropeiskum plássið. Føroyameistararnir HB koma á vitjan.
Við Djúpumýru 04.11
KÍ - AB 3-1 (1-1)
9' Bjarki Nielsen 0-1
19' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
68' Jóannes Bjartalíð (br) 2-1
85' Boris Dosljak 3-1
Støðan í Betri deildini menn
1. HB (68 stig)
2. KÍ (61 stig)
3. NSÍ (60 stig)
4. B36 (59 stig)
5. Víkingur (44 stig)
6. ÍF (26 stig)
7. EB/Streymur (24 stig)
8. TB (15 stig)
9. Skála (7 stig)
10. AB (7 stig)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald