
Størsti og mest týðandi dysturin higartil í FM-bólkinum í Betrideildini hjá kvinnum varð spældur í gjár.
Hann var við Løkin í Runavík, har verandi føroyameistararnir tóku ímóti KÍ. Liðini høvdu bæði vunnið á HB og Víkini í undanfarnu umførum og 42 stig hvør.
KÍ hevði tó væl betri málúrttøku, og við 2-0 sigrinum á NSÍ øktu tær í bláum um leiðsluna í oddinum.
Útiliðið skoraði bæði málini fyri steðgin: Fyrst Tóra Mohr eftir 17 minuttir og tjúgu minutir seinni Sólja Ernstdóttir, sum legði upp til fyrra málið.
Unga og evnaríka Sólja Ernsdóttir gjørdi bart í oddadystinum við Løkin í gjár: Hon skoraði og legði upp fyri KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ megnaði ikki at svara aftur, og nú verður tað nakað tyngri at endurvinna. Seks umfør eru tó eftir, og KÍ og NSÍ skulu hittast aftur tvær ferðir afturat.
HB vann 3-2 á Víkingi í Norðagøtu í gjár. Hesi bæði liðini hava ikki megnað at koppað KÍ og NSÍ higartil í endaspælinum, men HB vann á báðum í grundspælinum og kann harvið fáa ein leiklut í FM-stríðnum eisini; hóast tað er heldur langt upp hjá HB at stríðast um føroyameistaraheitið.
Næsta umfar verður sunnudagin 24. august
Betrideildin kvinnur, ovara endaspæl
3. umfar, sunnudagin 17. august
NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
17' Tóra Mohr (Sólja Ernsdóttir) 0-1
37' Sólja Ernsdóttir 0-2
Víkingur - HB 2-3 (1-0)
25' Hanna Isaksen Højgaard (Jensa Tórolvsdóttir) 1-0
56' Fridrikka Clementesen (Fríða Jakobsen) 1-1
61' Lý Gray Djurhuus 1-2
62' Fridrikka Clementsen 1-3
86' Jensa Tórolvsdóttir (Rakul Sørensen) 2-3
Sí meira um dystin her
Støðan eftir grundspælið og trý umfør í endaspælinum:
9 umfør skulu spælast í FM-endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald