KÍ og NSÍ skjóta í kvøld evropeiska summarið hjá føroysku liðunum í gongd, tá fyrru dystirnir í undanumfarinum í Europa League eru á skránni. Liðið hjá Mikkjali Thomassen tekur í Gundadali ímóti steypavinnaranum úr San Marino, Tre Fiori, og runavíkingar eru í Norður Írlandi og skulu spæla ímóti liðnum, ið endaði á 2. plássi í farna kappingarárið - Ballymena United.
Les eisini: Evropeiska avbjóðingin hjá NSÍ og KÍ er á gáttini
Talan er um ymiskar uppgávur, tí hóast bæði føroysku liðini vóru seedaði, so fekk KÍ væl betra lutakastið og byrjar við einum heimadysti. Klaksvíkingar eru eisini í leiklutinum sum favorittur, og í roynd og veru er KÍ ein so stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum sum sera sjálvdan hevur verið at sæð hjá føroyskum liðið í evrpeiskum dysti. Ein KÍ gevur odds millum 1,20 til 1,30 hjá flestu veddingarfyritøkum - Bet 365 gevur 1,28 fyri ein heimasigur. Hetta merkir, at klaksvíkingar eru áleið eins stórir favorittar, sum tá eitt av ovaru liðunum í Premier League tekur ímóti liðið í niðaru hálvu. Ein útisigur gevur hjá teimum flestu pengarnar meira enn átta ferðir aftur.
(Pætur Hentze og NSÍ skulu royna at fáa eitt gott útgangsstøði til dystin á Svangaskarði - Mynd: Jens Kr. Vang)
Hjá NSÍ er støðan ørvísi. Væntast kann ein jøvn uppgerð samanlagt, og í kvøld er tað heimaliðið sum er favorittur. Hjá teimum flestu gevur ein sigur til Ballymena millum 1,60 og 1,70. Ein sigur til oddaliðið í Betrideildini gevur pengarnar líka yvir fýra ferðir aftur, meðan javnleikur liggur upp ímóti 4.00. Harvið er tað sambært hesum als ikki óhugsandi, at NSÍ fær eitt gott úrslit burturúr í kvøld, hóast teir í gulum og svørtum eru undirtippaðir.
Europa Leage undanumfar - fyrru dystirnir:
(19.00): KÍ - S.P Tre Fiori (San Marino)
(19.45): Ballymena United (Norður Írland) - NSÍ
Vit dagføra beinleiðis frá báðum dystunum á forsíðu okkara. Eftir dystirnar taka vit samanum, og vit verða til staðar í Gundadali við myndatólinum.
Fótbóltur
KÍ er stórfavorittur - NSÍ er undirtippað
Mótstøðuliðini hjá føroysku liðunum í kvøld eru ein ókendur faktorur, men veddingarfyritøkur hava íhvussu er talað.
(KÍ-leikararnir kundu fegnast í dystinum ímóti Birkirkara í undanumfarinum í fjør - Mynd: Sverri Egholm)
2019-06-27 10:42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald