Fótbóltur

KÍ fekk seinasta evropeiska plássið

Sum vanligt gav triðja plássið atgongd til evropeiska kapping, men hesaferð hevði tað ikki gjørt tað, um Víkingur, sum endaði nummar fimm í Betrideildini, hevði vunnið steypafinaluna.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-12-05 21:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint undir einum mánaði síðani spældu HB og KÍ í seinasta umfari í  Betrideildini við Djúpumýru. Páll Klettskarð legði KÍ á odda í 72. minutti og sendi harvið liðið á silvurkós og meira týdningarmikið: Á veg ímóti evroepiskum plássi.

Hetta helt í tjúgu minuttir. So varð Delphin Tshiembe hægstur í KÍ-brotsteignum. Verjuleikarin stútaði bóltin í málið og javnaði harvði, og NSÍ, sum vann á B36 á Tórsvølli, endaði nummar tvey í Betrideildini. Harvið noyddist KÍ at bíða eftir sínari lagnu evropeiskari lagnu.

Hon gjørdist greið í kvøld. Føroyar hava trý pláss í evropeiskum fótbólti og ikki fýra, sum vanligt hevur verið í mong ár. Harvið gevur triðja plássi ikki beinleiðis atgongd, tí eitt pláss er til steypavinnaran. Men av tí at HB, sum longu hevur eitt Champions League pláss, vann í kvøld, so fer plássið til nummar trý í Betrideildini.

Víkingur hevði møguleikan at fáa eitt evropeiskt pláss fyri fyrstu ferð í trý ár, men tað eydnaðist ikki, og tískil skal Kí spæla í Evropa fimta árið á rað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder