Tað var í oktober í fjør, at KÍ vann føroyameistaraheitið í bestu mansdeildini við at vinna 3-0 á B36 í allarseinasta dystinum, sum var ein sonn finala um FM-heitið í Gundali.
Seinast, KÍ var føroyameistari, var í 1999, tvs. fyri 20 árum síðani, so talan var um ein søguligan sigur, sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, hevur latið gera ein film um: “Vegurin til gullið 2019”.
Filmurin varð frumsýndur í Spinnarínum í Klaksvík um mánaðarskiftið februar-mars, og í vikuni áðrenn, at landskappingin 2020 eftir ætlan skuldi byrja, varð filmurin eisini vístur í Kringvarpi Føroya.
“Vegurin til gullið 2019” er ein tími av málum, bjargingum, avgerandi løtum, hæddarpunktum og at enda FM-sigrinum á seinasta leikdegi, sum verða lýstar við upptøkum av dystum og øðrum kring dystirnar og við samrøðum við leikarar, høvuðsvenjaran, fjepparar og onnur fólk í og kring felagið.
- Vit í Bláu Bylgjuni eru sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at fáa framleitt hendan filmin, sum er eitt gott søguligt skjal og ein virðiligur varði yvir hetta flotta føroyameistaraheitið í 2019, sum felagið við sterkasta liðnum, størstu viðhaldsfjøldini og bestu stuðlunum í landinum vann og harvið kundi taka steypið heimaftur til Klaksvíkar, sigur Jaspur Jakobsen, formaður í Bláu Bylgjuni.
Nógv sóu filmin í Spinnarínum og enn fleiri í Kringvarpi Føroya, men nú liggur “Vegurin til gullið 2019” á netinum, har øll, sum hava áhuga, kunnu síggja hann. Filmurin sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald