Fótbóltur

KÍ fimm milliónir í avlopi - HB tvær milliónir í undirskoti

Teir vunnu ikki gullið á vøllinum, men KÍ hevði nógv tað størsta yvirskoti í 2020.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-03-21 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ymiskt hvussu tað hevur hilnast á pappírinum hjá føroysku fótbóltsfeløgunum. Bolt.fo hevur fingið hendir á yvirliti yvir botnlinjuna hjá feløgunum í 2020.

Øll feløgini sum skulu luttaka í bestu deildunum ella næstbestu deildini hjá monnum hava skyldu til at lata roknskapin inn. Tí eru øll feløgini, sum í 2021 luttaka í hesum deildum við í yvirlitinum fyri roknskapin 2020.

KÍ, sum gjørdist meistari í 2019, hevði nógv tað besta úrslitið í 2020, og hevði knappar fimm milliónir í yvirskoti. Næst á listanum er B36 við góðum tveimum milliónum í yvirskoti, og niðurflytararnir Skála hava triðbesta úrslitið við 1,2 milliónum í avlopi.

HB vann greipuna í fjør, og kann gleða seg til stórar inntøkur í 2021, men botnlinjan fyri 2020 sær ikki gott út. Tølini siga eitt undirskot upp á góðar tvær milliónir krónur.

Yvirlitið sæst á bolt.fo her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder