Fótbóltur

KÍ fingið nýggjan verjuleikara

Talan er um 29-ára gamla danan, Jesper Brinck.

Jesper Brinck hevur seinastu árini spælt við Brabrand. Hann heldur fram í bláum í Klaksvík
(Mynd: Norðlýsið)

Jesper Brinck hevur seinastu árini spælt við Brabrand. Hann heldur fram í bláum í Klaksvík (Mynd: Norðlýsið)

2018-11-11 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ gjørdi fyri stuttum sáttmála við áleyparan Patrik Johannesen, ið kemur aftur til Føroyar eftir eitt ár í Florø í Noregi. Hetta var fyrsti styrkur hjá KÍ til komandi kappingarár.

Í kvøld hevur KÍ kunngjørt ein nýggjan leikara til verjupartin. Norðlýsið skrivar soleiðis um Jesper Brinck:

Jesper er 1,86 metra høgur dani og spælir í miðverjuni. Hann hevur síðani 2012 spælt við felagnum Brabrand. Síðstu tíðina hevur hann sostatt spælt í triðbestu donsku deildini, men kappingarárið 2017/18 spældi hann í næstbestu donsku deildini, har Brabrand tó flutti niður. Jesper spældi 30 dystir og skoraði trý mál í næstbestu deildini kappingarárið 2017/18. Hesi bæði síðstu árini hevur hann verið liðskipari á liðnum, har hansara sáttmáli nú gekk út.

Sáttmálin milum partarnar er galdandi fyri komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder