Eingin kann nú taka KÍ aftur í FM-stríðnum. Tað hevur verið greitt fyri øllum í eina tíð, men nú er tað so staðfest á pappírinum eisini.
Tí við 3-1 sigri á B36 í kvøld hevur KÍ tryggjað sær sítt nítjanda meistaraheitið í søgu felagsins.
B36 legði seg annars á odda longu eftir 8 minuttir, og tað tóktiskt at skelka klaksvíkingar. Men í seinna hálvleiki skoraði Páll Klettskarð til bæði 1-1 og 2-1, og hendan støðan skuldi bara haldast, so var gullið heima.
Í tíðini sum dómarin legði afturat økti Jonn Johannesen um støðuna til 3-1 og staðfesti søta sigurin.
KÍ - B36 3-1 (0-1)
8’ Andrass Johansen 0-1
63’ Páll Klettskarð 1-1
75’ Páll Klettskarð 2-1
90’ Jonn Johannesen 3-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald