Fótbóltur

KÍ í longda leiktíð - Víkingur er nú aftanfyri

KÍ var frammanfyri 2-0 samanlagt, tá 79 minuttir vóru farnir, men so datt so at siga alt á gólvið. Linfield skoraði tvær ferðir móti Vìkingi í 1. hálvleiki - fylg við á FM1 ella ovast á Portalinum.

2025-08-14 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sær tungt út hjá føroysku liðinum, sum eru á útivølli í seinnu dystunum í 3. umfari í Conference League.

Leiðslurnar frá heimadystinum eru burtur, nú 2. hálvleikur er í gongd í Belfast, og farið er um teir 90 minuttirnar í Ungarn.

Linfield legði sum væntað trýst á og skoraði eisini tvær ferðir fyri steðgin. Víkingur noyðist harvið at vísa nakað meira og svara aftur nú (2-3 samanlagt nú)

[object Object]

[object Object]

Hjá KÍ sá ikki út til at vera so nógvur vandi á ferð. Menninir hjá Magnusi Powell stríddust og vardu væl í hitanum. KÍ skapti ikki serliga nógv, men stóru møguleikarnir vóru ikki ordliga har hjá heimaliðnum.

[object Object]
KÍ'arnir noyddust at savna kreftir - teir mistu leiðsluna seinastu tíggju minuttirnar og skulu harvið spæla eina løtu afturat (Skíggjamynd: KÍ-Varpið)

Síðani gjørdi innskifti Daniel Johansen eitt mistak - misskiljing við málverjan. Nakrar minuttir seinni fór eitt skot umvegis ein KÍ-spælara í netið, og so var brádliga 2-0 til Neman. Harvið er nú longd leiktíð hjá KÍ, sum sær kroyst út.

Til ber at lurta eftir dystinum í Belfast út

Beinleiðis dagføring av støðunum ovast á Portalinum - leinkjur til stroyming niðanfyri.

Conference League 3. umfar, seinnu dystirnir
Hósdagin 14. august

19.00: Neman Grodno (BLR) - KÍ 2-2 samanlagt (Spældur í Ungarn)
Er nú í longdari leiktíð
Stroyming: KÍ-Varpið

19.45: Linfield (NÍR) - Víkingur 3-2 samanlagt
Seinni hálvleikur er í gongd nú
Stroyming: solidsport.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder