Tiraspol, Transnistria, Moldova (Portalurin) - KÍ skal spæla í UEFA Europa Conference League bólkaspælinum í heyst og í vetur. Hetta gjørdist greitt við 2-1 tapinum fyri Sheriff Tiraspol í kvøld - sí dystarfrásøgn, myndir og samrøður herfrá aðrastaðni á síðuni.
Talan er nýggjastu kappingina fyri lið hjá UEFA. Hon er ikki eins "fín" sum Champions League og Europa League, men tað eru nógv heilt sterk lið, ið KÍ kann møta.
KÍ stríddist væl í kvøld...
Men tað bar ikki á mál í Tiraspol og í Europa League (Myndir: Sverri Egholm)
Føroyameistararnir eru í fjórða og niðasta styrkisbólki, eins og til dømis Breiðablik og Klæmint Andrasson Olsen og Ballkani, ið sló KÍ út eftir brotssparkskapping í fjør. Um onnur úrsliti høvdu háttað seg meira heppið í kvøld, hevði KÍ verið í triðja styrkisbólki og harvið fingið eina - íhvussu er á pappírinum - "lættari" mótsstøðu í bólkaspælinum.
Sum sæst á yvirlitinum, ið Norðlýsið hevur lagt út, kann KÍ trekkja fleiri lið, sum liðið úr Klaksvík hevur spælt ímóti seinastu árini. Eisini eru yvir miðal stór lið úr t.d. Onglandi, Týsklandi, Fraklandi, Italia millum møguleikarnar, umframt stórfeløg úr eitt sindur smærri fótbóltslondum enn tað.
Yvirlitið - eitt lið úr hvørjum potti er í hvørjum bólki (Mynd: Norðlýsið)
Átta bólkar við fýra liðum verða - eitt lið úr hvørjum potti/styrkisbólki í hvørjum bólki.
Lutakastið verður í Monaco klokkan 13.30 føroyska tíð í morgin, fríggjadagin 1. september. Tað kann stroymast á uefa.com, har tað eisini ber til at lesa meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald