Kvinnurnar hjá KÍ rendu seg inn í óvanda mótstøðu, tá tær fyrrapartin spældu dyst í undanumfarinum til Champions League fyri kvinnur.
Føroysku meistararnir spældu móti íslendsku meistarunum úr Breiðabliki, og vórðu hølvaðar av.
Úrslitið var 7-0 til íslendingarnar. Støðan í hálvleikinum var 5-0.
Dysturin var spældur í býnum Siauliai í Litava. Talan er um eina minikapping tí seinni í dag spæla vertirnir, Gintra Universitetas móti estiska liðnum Flora úr Tallin.
Breiðablik skal spæla finalu móti vinnaranum av hesum dystinum um rættin at koma víðari til næsta umfar í Women‘s Champion League.
KÍ fær ein dyst afturat – tað verður móti taparanum í hinum dystinum. Finalan og dysturin um triðja plássið verður spældur leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald