Í vikuni boðaði felagið frá enn einum longdum sáttmála. Miðverjin Heini Vatnsdal verður partur av KÍ tvey tey næstu árini.
- Heini hevur, saman við Odmari, myndað KÍ miðverjuna seinastu árini og er avgerðandi fyri sterka verjuspæli, sum KÍ vísir á vøllinum, skrivar felagið á heimasíðuni.
30 ára gamli landsliðsleikarin hevur 51 dystir og 6 mál á baki í kongabláa búnanum.
Sáttmálin er galdandi til og við 2024.
Gera sáttmála við lokalan
18 ára gamli Silas Ólavsson Gaard hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið.
Silas er uppvaksin í KÍ og spældi á 1. deildar liðnum á fyrsta sinni í fjør. Í ár hevur hann verið fastur maður í 1. deild, samstundis sum hann hevur vant undir Mikkjali í Betri hópinum.
Tá KÍ tók ímóti ÍF í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, fekk Silas sín fyrsta dyst fyri besta liðið, tá hann kom inn í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
KÍ spælir í kvøld ímóti EB/Streymi við Djúpumýru. Dysturin byrjar klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald