
FSF Varpið: Kvinnurnar hjá KÍ leggja í hesum døgum alla orku í at vera so væl fyrireikaðar sum tilber til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:00
– Tað er altíð stuttligt at spæla steypafinalur, og nú er eitt sindur síðani at vit, og eg persónliga, hava staðið í einari steypafinalu, so eg eri øgiliga spent.
Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, tá FSF Varpið hitta hana undan venjing á Djúpumýru.
Tað eru KÍ og HB, ið standa í ársins steypafinalu hjá kvinnum, og áðrenn dystin leygardagin hava liðini møtt hvør øðrum fýra ferðir í landskappingini. Klaksvíkskvinnur hava vunnið tríggjar, meðan HB hevur vunnið ein.
KÍ og HB spældu eisini steypafinalu í 2022.
Finalan millum KÍ og HB verður á Tórsvølli leygardagin 27. september klokkan 19:00. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum hjá FSF
Sí og hoyr samrøðuna við Sannu Svarvadal ovast ella á Youtube
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald