Í gjár varð greitt, at KÍ hevur tilknýtt miðvallaran Magnus Stramnestrø til hópin. Í dag hevur felagið kunngjørt, at ein av teimum ungu lokalu hevur longt um sáttmálan.
Les eisini: Enn ein norðmadur til KÍ
Talan er um 17-ára gamla Jonn Johannessen, ið fekk nakrar minuttir í fjør, og sum í ár hevur spælt nógv. Álopskendi leikarin hevur verið á vøllinum í øllum 11 dystunum í Betrideildini í ár. Hann hevur skorað tvey mál og lagt upp til trý teir 571 minuttirnar, ið hann hevur verið á vøllinum. Í kappingini um Løgmanssteypið skoraði Jonn fýra mál móti Undrinum.
Í Klaksvík og í KÍ eru tey glað fyri unga og spennandi leikaran, ið nú er knýttir at felagnum í tvey ár afturat.
KÍ er oddalið í Betrideildini, og tekur sunnudagin móti AB á Norðoyðastevnu.
Tøl: Faroe Soccer og bolt.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald