Fótbóltur

KÍ - NSÍ og HB - Víkingur í hálvfinalunum í steypakappingini

NSÍ vann 4-0 á 07 Vestur í seinastu fjórðingsfinaluni. Eftir dystin var lutakast, og í hálvfinalunum - mitt í mai og síðst í juni - verður talan um stórar uppgerðir.

NSÍ greiddi sína skyldu í Sørvági, har Tobias Hestad gjørdi hattrikk. Harvið í hálvfinaluni har NSÍ og steypavinnararnir bresta saman. Víkingur og HB eru í hinari hálvfinaluuppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ greiddi sína skyldu í Sørvági, har Tobias Hestad gjørdi hattrikk. Harvið í hálvfinaluni har NSÍ og steypavinnararnir bresta saman. Víkingur og HB eru í hinari hálvfinaluuppgerðini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-30 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin av teimum fýra fjórðingsfinalunum gjørdist veruliga spennandi. Í kvøld settu NSÍ og 07 Vestur punktum fyri umfarið í Sørvági.

Har vann NSÍ greitt. Teir í gulum spældi væl, norski áleyparin Tobias Hestad gjørdi hattrikk, og Klæmint Andrasson Olsen kom inn og setti punktum við 4-0 máli.

Fjórðingsfinalur í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, hósdagin 30. apríl

07 Vestur - NSÍ 0-4 (0-2)
Sí meira um dystin her

Í gjár, mikudagin 29. apríl

HB - B36 3-1 (2-0)
Sí meira um dystin her

Les eisini: Sonn HB-uppreisn í steypakappingini

B68 - KÍ 0-3 (0-2
Sí meira um dystin her

Víkingur - FC Hoyvík 5-0 (1-0)
Sí meira um dystin her

Eftir dystin á Dungasandi var hálvfinalulutakast, sum Televarpið og FSF stóðu fyri. Sørvingurin og ungdómslandsliðsvenjarin Sigtór Petersen dróg úr bollanum, og tað kundi bara verða spennandi.

Tað verður tað eisini, tá teir tríggir steypavinnararnir seinastu fýra árini - HB tvær ferðir - umframt NSÍ skulu spæla hálvfinalu. NSÍ skal fyrst til Klaksvíkar, meðan HB og Víkingur bresta saman í Gundadanli mitt í mai.

Hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið: 
KÍ - NSÍ
HB - Víkingur

(Fremsta liðið hevur heimavøll fyrst)

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 13. ella 14. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða spældar 24. ella 25. juni.

Finalan um Løgmanssteypið er á skránni 5. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder