Samanlagt 0-10. Tað var úrslitið av dystunum á Skála og Argjum, har ávíkavist NSÍ og KÍ vitjaðu. Klassamunur er ikki at taka munnin ov fullan, tí sigrarnir hjá avbjóðarunum í oddinum kundi verið nakað størri, og munurin á topp-fimm liðum og topp-fimm liðum sást veruliga - serliga á Argjum.
NSÍ avgjørdi dystin fyrsta hálva tíman ella so á Skála. Petur Knudsen gjørdi sær tvær ferðir dælt av, at hann als ikki varð dekkaður upp í brotsteignum, og Klæmint Andrasson Olsen gjørdi tað sama. Tvey av málunum átti Jann Benjaminsen uppleggið til, og tað var Petur ið legði upp til 21-ára gamla Mórits Heina Mortenen, iðg skoraði til 4-0. Miðvallarin skoraði sítt triðja mál í ár - øll eru komin eftir góðar renningar inn í brotsteigin.
Skála megnaði ikki at stegða Peturi Knudsen, ið skoraði tvey mál
Hini bæði málini skoraðu Klæmint og Mórits Heini (Myndir: Jens Kr. Vang)
Fleiri myndir frá dystinum
Hetta var í 33. minutti, og síðani hendi ikki nógv meira í dystinum, uttan tað at NSÍ hevði nakrar aðrar góðar møguleikar, og at 17-ára gamli Poul Kallsberg rakti stongina fyri Skála. Tað endaði 4-0, og NSÍ hevur higartil ongar trupulleikar havt av liðunum úr niðaru hálvu.
Ísak Simonsen skoraði til 2-0 fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Nú stendur KÍ fyri framman, og argjamenn eru helst fegnir um, at teir sleppa undan liðnum hjá Mikkjali Thomassen sunnudagin. KÍ tryggjaði sær størsta sigurin hjá nøkrum liði í ár við at skora trý mál í hvørjum hálvleiki. Ole Erik Midtskogen skoraði tvey mál úr stuttari fjarstøðu í 1. hálvleiki, og ímillum málini hjá norska málinum smekkaði vinstri bakkurin Ísak Simonsen leðurkúluna í longra málhorn stutt uttanfyri brotsteigin til vinstru. Midtskogen rakti eisini stongina fyri steðgin, eins og Jóanens Kalsø Danielsen gjørdi, argjamenn bjargaðu á strikuni, og Silas Eyðsteinsson foraði eisini Alessio Hyseni at leggja upp til enn eitt mál
Teir í kongablaúm høvdu nógv mál at fegnast um (Mynd: Sverri Egholm)
30-ára gamli Boris Dosljak er í gongd við sítt triðja kappingarár við KÍ - eins og í fjør skoraði hann á Argjum
Frá byrjan í 2. hálvleiki kom ársins leikari í fjør, Jóannes Bjartalíð, inn á vøllin. Hann sendi bóltin inn í málteigin nakrar minuttir seinni, og so var sjálvmál. Bjartalíð var við í nógvum góðum álopum hjá KÍ, og hann umsetti eisini eitt brotsspark til mál - í fjórða dystinum á rað. Áðrenn hetta skoraði Boris Dosljak tó hegnisliga til 0-5. Tað kundi verið mangt slíkt, hóast AB vísti nakað frægari taktir og færri ónollur í 2. hálvleiki og var nær við at skora í 90. minutti. Kristian Joensen bjargaði tó væl; annar dystur á rað at KÍ helt málið reint, og fjórði sigur á rað hjá FM-vinnarunum.
Sí eisini: Myndir frá dystinum
Mikkjal Thomassen: Tann fullkomni dysturin
Nú koma tríggjar royndir á rað móti topp-fimm liðum. Tann fyrsta av teimum er móti NSÍ, ið vitjar á Noroyðastevnuni í vikuskiftinum. Hesi liðini eru trý stig aftanfyri HB, ið vann oddadystin á B36. Ártalsfelagið er ájavnt í stigum við NSÍ og KÍ.
5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
Skála - NSÍ 0-4 (0-4)
7' Petur Knudsen (Bárður Hansen) 0-1
17' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 0-2
28' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 0-3
34' Mórits Heini Mortensen (Petur Knudsen) 0-4
Myndir: Skála - NSÍ
AB - KÍ 0-6 (0-3)
10' Ole Erik Midtskogen (Patrik Johannesen) 0-1
28' Ísak Simonsen 0-2
31' Ole Erik Midtskogen (Alessio Hyseni) 0-3
49' Sjálvmál (Jóannes Bjartalíð) 0-4
59' Boris Dosljak 0-5
67' Jóannes Bjartalíð, br. (Boris Dosljak) 0-6
Víkingur - TB 0-0
B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 1-2
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4
Les um dystin her
Myndir frá dystinum
Sonni Ragnar: HB vann uppiborið
Pætur: Eg veit ikki eingongd hvat eg skal siga
Týsdagin 02.06
19.00: ÍF - EB/Streymur
Støðan:
1. HB (15 stig)
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) *
7. ÍF (3 stig) *
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald