Tær báðar hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini vórðu spældar í gjárkvøldið.
Vertirnir og 07 Vestur løgdu út. Talan var um ein dyst, har KÍ hevði bóltin nógv meira men ikki avgjørdi fyrrenn seinna helming av seinna hálvleiki, tá fleiri av føstu og avgerandi spælarunum hjá føroyameistarunum vóru komnir inn.
KÍ byrjaði annars við sjey lokalum spælarum, sum allir eru 21 ár ella yngri. Rói Mørk Hentze vardi eisini fyri fyrstu ferð KÍ-málið. 07 Vestur hevði eisini nógvar ungar mans á vøllinum. Millum annað seks spælarar, sum í fjør vóru partur av U17-liðnum hjá felagnum spældu við, og tað var ein av teimum - bakkurin Pætur Akselsen - sum legði upp til útjavandi málið hjá Juliani Mouritsen. Álopskendi 17-ára gamli spælarin spældi, sambært Faroesoccer, níggju ferð fyri besta liðið í fjør.
Serliga ein ungur klaksvíkingur gjørdi vart við seg. 18-ára gamli Silas Gaard fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðið barndómsfelagsins í fjør og byrjaði inni í einum dyst í Runavík. Í gjár spældi hann allar 90 minuttirnar á høgra kanti og skoraði tvær ferðir. Í báðum førum var tað eftir upplegg frá Árna Frederiksberg, sum kom á vøllin til seinna hálvleik.
Árni legði eisini upp til málið hjá Páll Andrassyni Klettskarð, ið stútaði hornasparksinnlegg í málið. Nýggi norski miðvallarin Luc Kassi gjørdi aftur vart við seg; hann skoraði eitt flott mál í fyrra hálvleiki, og Kassi hevur skorað í øllum venjingardystunum.
Luc Kassi hevur skorað fimm mál í fýra venjingardystum fyri KÍ og er sambært bolt.fo javnsettur toppskjútti í venjingardystum (Mynd: Norðlýsið)
Í hinari hálvfinaluni kom eitt mál í hvørjum hálvleiki, og liðini skoraðu eitt mál hvør. Martin Klein Joensen hevur fingið sum vana at skora móti B36, og tað gjørdi kviki áleyparin aftur í gjár - hesaferð eftir frálíkt upplegg frá Olaf Bárðarssyni. Bjarki Nielsen javnaði í seinna hálvleiki, og so var neyðugt við brotssparkskapping.
Har vóru víkingarnir omaná, og harvið skulu teir annað árið á rað spæla finalu móti vertunum. Í finaluni í fjør vann Víkingur á KÍ - eftir brotssparkskapping. Í hesari brotssparkskappingin ivar merkisvert, at B36 brendi øll síni fýra brotsspørk, og Bárður á Reynatrøð í Víkinga-málinum vísti sína styrki á hesum økinum.
Áhugavert var millum annað at síggja í gjár, at Arnbjørn Svensson var makkarin hjá Geza Turi á sentrala miðvøllinum hjá Víkingi. Noah Mneney er farin til Noregs, har millum annað Jann Benjaminsen hevur spælt seinastu árini - í gjár var hann á B36-liðnum.
Finalan í Klaksvíkskappingini er á skránni leygardagin klokkan 15.15. Áðrenn spæla B36 og 07 Vestur um 3. plássið.
Hálvfinalurnar í Klaksvíkskappingini
Í gjár, mikudagin 15. januar
KÍ-07 Vestur 4-1 (1-0)
1-0: Luc Kassi (upplegg: Børge Petersen)
1-1: Julian Mouritsen
2-1: Silas Gaard (upplegg: Árni Frederiksberg)
3-1: Páll A. Klettskarð (upplegg: Árni Frederiksberg)
4-1: Silas Gaard (upplegg: Árni Frederiksberg)
Liðini:
KÍ (4-3-3/4-2-3-1): Rói Mørk Hentze – Símun Kalsø, Børge Petersen, Vegard Forren, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Deni Pavlovic, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Luc Kassi – Silas Gaard, Jóhan Josephsen, Tóki á Lógv.
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Hannis Matras, Odmar Færø, Patrick Da Silva, Jákup Biskopstø Andreasen, Páll Andrasson Klettskarð, Árni Frederiksberg og Olaf Karstensson Hansen.
07 Vestur (4-5-1): Ari í Haraldsstovu Petersen, Pætur Akselsen, Dánjal Pauli Lervig, Eiler Fróðason, Jóhann Hansson Joensen - Julian Mouritsen, Oddur Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Jóannis á Steig, Teitur Olsen - Albert Theis Nielsen
Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Jón í Horni Nielsen, Einar Thorgrimsson, Hjalmar Gudmundsen, Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Heri Klakstein, Heini Hentze
Víkingur-B36 1-1 (1-0)
1-0: Martin Klein Joensen (upplegg: Olaf Bárðarson)
1-1: Bjarki Nielsen (upplegg: Hannes Agnarsson)
Byrjanaruppstillingar
Víkingur (4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Bergur Gregersen, Ingi Jonhardsson – Geza David Turi, Arnbjørn Svensson – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Martin Klein Joensen
Í seinna hálvleiki komu hesir inn: Finnur Justinussen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason, Ingi Arngrímsson, Signar á Brúnni og Páll Eirik Djurhuus.
B36 (4-2-3-1): Mathias Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jonsson, Magnus Egilsson, Jann Benjaminsen - Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson, Taufee Skandari – Aron Knudsen, Bjarki Nielsen, Hannes Agnarsson
Finaluumfar
Leygardagin 18. februar
Dystur um triðja plássið (13.00): B36 - 07 Vestur
Finala (15.15): KÍ - Víkingur
Keldur: bolt.fo, eyp.fo, KÍ og 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald