Fótbóltur

KÍ og Víkingur skulu sleikja evropeisku sárini

Klokkan 18.30 tekur B36 ímóti KÍ, meðan NSÍ vitjar Víking. FM1 sigur frá báðum dystunum - til ber at fylgja við ovast á Portalinum.

Fýra dagar eftir at tey eru útsligin í Evropa, spæla Víkingur og KÍ aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra dagar eftir at tey eru útsligin í Evropa, spæla Víkingur og KÍ aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-18 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt tungt hóskvøld fyri føroyskan fótbólt, tá KÍ og Víkingur - eftir leiðslur í fyrru dystunum - vórðu sligin út í 3. umfari í Conference League.

Tað sveið helst serliga hjá KÍ, sum var á odda 2-0 samanlagt, tá 78 minuttir vóru farnir av seinna dystinum og at enda tapti eftir brotssparkskapping.

Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari

[object Object]
Vónbrotnir víkingar takka fjepparum sínum í Belfast eftir 2-0 tapið fyri Linfield (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Keddir KÍ'ararir í Ungarn eftir brotssparkskappingina, sum Neman Grodno vann 5-4 (Skíggjamynd: SolidSport)

Nú snýr tað seg um hjá KÍ at tryggja sær føroyameistaraheitið og hjá Víkingi at tryggja 4. plássið og harvið Evropa aftur næsta ár. Liðini spæla eisini steypafinalu móti hvørjum øðrum síðst í oktober.

Í kvøld klokkan 18.30 er særda KÍ-liðið í Gundadali, har B36, sum er í ringari gongd men kappast við Víking um 4. plássið, tekur ímóti.

Samstundis spæla Víkingur og NSÍ í Sarpugerði. Hjá Víkingi er tað nú uttan Poul Kallsberg og sum skilst eisini Atla Gregersen.

Lagt er upp til tveir dystir, ið sanniliga kunnu gerast spennandi. FM1 sigur frá báðum - til ber at fylgja við ovast á Portalinum.

Hetta eru seinastu dystirnir í 19. umfari í Betrideildini

Betrideildin 19. umfar

Í dag, mánadagin 18. august
18.30: 
B36 - KÍ
Víkingur - NSÍ

Betrideildin 19. umfar
Leygardagin 16. august
EB/Streymur - TB 2-2 (0-1)
Sí meira um dystin her

Sunnudagin 17. august
B68 - FC Suðuroy 1-1 (1-1)
Sí meira um dystin her

HB - 07 Vestur 3-0 (0-0)
Sí meira um dystin her

Les eisini: Suðuroyarfeløgini eitt stig longur frá 07 Vestur

Støðan: 
[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder