Fyri fyrstu ferð síðani 2019 verður finalan um Løgmanssteypið ikki seinasti dysturin í føroyska kappingarárinum.
FSF hevur, millum annað vegna landsliðsvirksemi, lagt finaluna 5. september.
Nú er endaliga greitt, at tað verða KÍ og Víkingur, sum skulu spæla um steypið; júst sum í 2025.
Tað er triðju ferð seinastu fimm árini, at liðini eru í steypafinaluni hjá monnum: Víkingur vann 1-0 í 2022, meðan KÍ vann 2-0 í fjør.
![]()
KÍ er verandi steypavinnari vegna sigurin á Víkingi 31.oktober í fjør (Myndir: Jens Kr. Vang)
Liðini vunnu seg í finaluni við sigrum á ávikavist HB og NSÍ hesa vikuna - og á ógvuliga ymiskan hátt. Sí yvirlit og les meira niðanfyri
Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Hósdagin 25. juni
Víkingur - HB 4-0 (2-0) - 5-2 samanlagt
Meira um dystin her
Les eisini: Víkingur vant burturúr HB og er aftur í steypafinaluni
Myndir: Stórur Víkinga-fagnaður eftir stóra sigurin á HB
Mikudagin 24. juni
NSÍ - KÍ 8-9 samanlagt (eftir longda leiktíð og brotsspørk)
Les eisini: Steypavinnararnir aftur í steypafinaluni eftir stórt drama við Løkin
Myndir: NSÍ - KÍ seinna hálvfinala
Finalan um Løgmanssteypið:
Leygardagin 5. september
KÍ - Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald