Fótbóltur

KÍ rennur aftaná B36

Við málið frá Páll Klettskarð í 83. minutti við Løkin syrgdi KÍ fyri, at liðið framvegis hevur FM-avgerðina í egnum hondum - hjá NSÍ verður tað nú ógvuliga tungt.

Páll Andrasson Klettskarð varð innskiftur og skoraði einasta málið í týdningarmikla dystinum við Løkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll Andrasson Klettskarð varð innskiftur og skoraði einasta málið í týdningarmikla dystinum við Løkin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-18 21:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá leingi út til, at B36 fyri aðru ferð uppá fýra dagar fór at vinna við Løkin. Í hesum førum hevði tað verið uttan at spælt. KÍ og NSÍ vóru frammanundan útsetta dystinum frá 27. juli fimm stig aftanfyri B36, og við einum javnleiki í kvøld hevði tað bert verið árstalsfelagið úr Havn, sum hevði lagnuna í egnum hondum. Nú sær tað út til, at tað verður ein sera tøtt kapping millum tvey lið seinstu fimm umførini. Og í seinasta umfari, ið verður leikt 26. oktober, tekur B36 ímóti KÍ.

Hjá NSÍ var Klæmint Andrasson Olsen við aftur frá byrjan. Metmálskjúttin og toppskjúttin í føroyskum fótbólti í løtuni hevur havt trupulleikar av mateitran, sum hann fekk undir landsliðstúrininum í Spania, og hann kom inn í 2. hálvleiki í 3-0 tapinum í oddadystin moti B36 sunnudagin. Hjá KÍ var Semir Hadzibulic ikki vorðin tøkur - serbiski miðvallarin er framvegis skaddur.

Bæði liðini høvdu støður fyrstu løtuna, og tað sást, at nógv var uppá spæl. NSÍ hevði meira vandamiklar støðu fyrru hálvu av 1. hálvleiki. KÍ var tó í høvuðsheitinum meira á bóltinum, og seinasta korterið høvdu teir bláu nakrar góðar møguleikar. Serliga var Patrik Johannesen nær við, tá Jákup B. Andreasen sendi ein langan bólti til hann, men tað varð heldur spíkst hjá tvøramanninum, og Tòrður Thomsen kom væl út. NSÍ hótti serliga uppá umstillingar og langar høgar sendingar móti brotsteignum, og hetta gav nakrar ferðir Kí-verjuni høvuðbrýggj.

Tað tykist at liggja ímillum at man ikki vildi tapa, men man visti, at man veruliga hevði tørv á trimum stigum hjá báðum liðum. Tað var høg leikferð, og tað vóru spentar støður í báðum brotsteigunum í 2. hálvleiki, men KÍ spældi betri við m.a einum vælleikandi Simen Sandmæl á sentrala miðvøllinum, og hevði heilt góðar støður har tað ikki var so langt frá, at liðið hjá Mikkjal Thomassen legði seg á odda. Millum annað var Jóannes Bjartalíð framvið í tveimum førum, og so noyddist NSÍ at rudda burtur úr málteignum, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen stútaaði, og Tórður var komin skeivt út. Í hinum endnaum bjargaði Kristian Joensen fyrst Klæminti og síðani eftir frálíka skotroynd frá Bárði Hansen.

Tá áleið eitt korter restaði í, kom Páll Klettskarð á vøllin. Áleyparin avloysti mannin við 9-talinum á rygginum, norðmann Torbjørn Grytten, ið hevði roynt at hótt NSÍ við sínari nógvu ferð. Tað gekk ikki long tíð, til útskiftingin veruliga gjørdi mun, tí Páll tryggjaði KÍ trý sera týdningarmikil stig. Jóannes Bjartalíð setti vinstra beinið á eitt fríspark, ið kom sera væl innfyri úr vinstru, og so var nóg mikið, at Páll setti fótin á, og so var stór frøi á teimum í blaúm og hvítum og øllum norðoyingunum ið vóru komnir til Runavíkar.

Eftir málið royndi NSÍ at trýsta, men vælskipaða Kí-liðið hevði tamarhald á støðuni, og tað var nærri við 2-0 enn 1-1; Patrik kundi og burdi havt lukkað dystin. Men tá Kári á Høvdanum bríkslaði fyri seinastu ferð í regninum og vindinum við Løkin var greitt, at KÍ nú er í hølunum á B36, meðan NSÍ við øðrum tapinum í oddadysti á heimavølli innan fýra dagar, sær út til at vera næstan úti av FM-stríðnum. KÍ hevur ongantíð fyrr havt 51 stig eftir 22 umfør.  

Betrideildin, 16. umfar (útsettur frá 27.07)
Við Løkin, Runavík
NSÍ - KÍ 0-1 (0-0) 
83' Páll Andrasson Klettskarð 0-1 

NSÍ (5-2-3/3-4-3): Tórður Thomsen - Bárður Jógvansson Hansen, Oddur Árnason Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv, Jann Benjaminsen (81' Betuel Hansen) - Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Búi Egilsson , Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Magnus Stamnestrø (65' Boris Dosljak), Simen Sandmæl (92' Jonn Johannessen), Jákup Biskopstø Andreasen (L), Patrik Johannessen - Torbjørn Grytten (77' Páll Andrasson Klettskarð)


Støðan í oddinum: 
1. B36 (53 stig) 22 dystir
3. KÍ (51 stig) 22 dystir
3. NSÍ (48 stig) 22 dystir

Sunnudagin: 

23
22-09-2019
 
-
 
23
22-09-2019
 
-
 
23
22-09-2019
 
-

(FaroeSoccer)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder