Fótbóltur

KÍ sær væl sterkari út enn HB

Steypauppgerðin í Gundadali varð ikki avgjørd fyrrenn í yvirtíðini, men tá hevði KÍ verið í undirtali í yvir ein hálvan tíma. HB megnaði ikki at fáa spælið at koyra og tyktiskt ótrygt, meðan KÍ hevði sterkt úttrykk.

2-1 til KÍ í Gundadali og tað varð dramatiskt. Dysturin vísti ymisk áhugaverd brigdi við liðunum (Mynd: Sverri Egholm)

2-1 til KÍ í Gundadali og tað varð dramatiskt. Dysturin vísti ymisk áhugaverd brigdi við liðunum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-08 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein fult uppiborin sigur til teir kongabláu í gjárkvøldið, tá liðið úr Klaksvík breyt seg nakað úr ringu gongdini í steypakappingini seinastu árini og samstundis sendi steypavinnararnar út. Hetta vóru bæði KÍ'arar, HB'arar og tey uttanveltaðu samd um.

Patrik Johannesen legði KÍ á odda tíðliga eftir góða sending frá Jákupi Biskopstø Andreasen og eitt kaldligt skot. Fyrsta málið hjá 29-ára gamla tvøramanninum, síðani hann kom aftur til KÍ og føroyskan fótbólt. Patrik hevði tríggjar stórar møguleikar afturat, men tá vardi Reinis Reinholds fyri, ella rakti bólturin síðunetið.

[object Object]Nummar 13 skorar trygt móti nummar 13 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]KÍ hótti HB javnan - eftir 13 minuttir bragdaði hjá útiliðnum (Myndir: Sverri Egholm)

Noah Mneney noyddist at bjarga á strikuni stutt seinni, og hann og hinir hjá HB fingu so at siga einki spæl at koyra í 1. hálvleiki. Hetta viðurkendi HB- liðformaðurin eisini eftir dystin.

KÍ-verjan var stinn: Odmar Færø spældi ein framúr dyst og undir lið hansara vísti argentinski Gaston Tellechea seg væl fram í sínum fyrsta kappingardysti frá byrjan við KÍ. Sebastian John í málinum hevði eisini tann fyrsta slíka, men einki skot kom á mál hjá dananum - ikki fyrrenn tíggju minuttir eftir, tá innskifti Sammy Skytte prikaði bóltin í tóma netið til 1-1. Tá hevði KÍ bert tíggju spælarar.

Hetta var eftir púra tilvildarliga støðu og ikki nakað gjøgnumspælt. Sjálvt við 11 móti tíggju høvdu teir í reyðum og svørtum tað ógvuliga tungt, og KÍ var meira vandamikið. Innskiftu Skytte og Leivur Guttesen góvu nakað í løtum, og tá bólturin kom til Heina Fossdalsá Sørensen hendi eitt sindur við HB-spælinum. Útiliðið hevði tó tamarhald á miðvøllinum: At hava Jákup Biskopstø Andreasen og Hall Hansson saman gevur sjálvandi stóran mun - sum heild er tað ógvuliga umráðandi fyri KÍ at hava Jákup aftur - og at Magnus Powell kann skifta til dømis René Shaki Joensen vísir millum annað styrkina í hópinum hjá KÍ

[object Object]
Issah Ahmed Latif fekk seinna gula kortið í 55. minutti. Púra óneyðugt og hetta broytti dystin nakað. KÍ var tó framvegis omaná (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum HER

KÍ hevur, av røttum, verið fyri atfinningum fyri at seta ov fáar av sínum lokalu við seinastu árini. Men tá Hallur Hansson, sum vann eina rúgvu av bóltum og setti lív í, ikki megnaði meira í gjár, kom Dávid Biskopstø Andreasen inn. Tjúgu ára gamli klaksvíkingurin vísti seg væl fram við og gjørdi mun við sínari orku og sínari framfýsni - hetta vísti Páll Klettskarð eisini á í sínari samrøðu eftir dystin.

Í yvirtíðini var Dávid Andreasen nær við at avgerða dystin. Nøkur sekund seinni fekk hann bóltin aftur, tá Árni Frederiksberg væl fann nummar 19, ið eins og stóribeiggin fyrr í dystinum. Dávid fann Páll Andrasson Klettskarð, sum "sjálvandi" avgjørdi alt.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Stórir fanaður á KÍ'arum í Gundadali

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Talan var týðiliga um eina forloysing fyri KÍ, sum tapti fýra kappingardystir móti HB í fjør - millum annað í júst 1. umfri í kappingini um Løgmanssteypið. B36 í Gundadali í 2. umfari kom KÍ væl framvið, og Kí stó eisini fyrstu heilt stóru royndina í ár. Talan er um eitt lið, sum hevur nógvar royndir og streingir at spæla uppá.

HB var uttan Mathias Voss, Ára Mohr Jónsson, Viljorm Davidsen og Ejvind Restorff Mouritsen. Harumframt hava nýggju menninir úr B68, Bartal Páll Klein og Áki Johannesen ikki spælt enn. Liðið verður sterkari við hesum, men keðilig tekin vóru í gjár. Eitt var spælið við bóltinum, har millum annað Noah Mneney á 6'aranum ikki fekk tað at rigga, og har tað vóru ótrygg tekin frá málverjanum Reinis Reinholds - eisini tá hann skuldi koma út í fleiri støðum. Fyrsta tapið hjá Adolfo Sormani og hansara monnum í ár, og teir hava fleiri stórar uppgávur næstu tíðina, sum skulu loysast betri.

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í gjár, mánadagin 7. apríl

HB -KÍ 1-2 (0-1)
14' Patrik Johannesen (Jákup Biskopstø Andreasen) 0-1
81' Sammy Skytte 1-1
90 (+2)' Páll Andrasson Klettskarð (Dávid Biskopstø Andreasen) 1-2

Reytt kort: Issah Ahmed Latif (55')

Sí meira um dystin her

Sí eisini (samrøður):
Páll Klettskarð: - Vit sóu møguleikan og hatta var ógvuliga stuttligt
- HB-liðformaðurin: - Hatta var simpulten ikki nóg gott

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

----------------------------------------

Hini úrslitini í gjár:
Skála-TB 8-0 (4-0)
10' Kristian Martin Jacobsen (Simon Jørgensen) 1-0
17' Martin Johansen (Dávid Johansen) 2-0
29' Simon Jørgensen (Teitur Poulsen) 3-0
33' Martin Johansen (Dávid Johansen) 4-0
50' Simon Jørgensen (Dávid Johansen) 5-0
55' Martin Johansen (Kristian Martin Jacobsen) 6-0
78' Rói Olsen 7-0
84' Martin Johansen (Simon Jørgensen) 8-0

Reytt kort: Ragnar Joensen (TB- 57') 

AB-FC Suðuroy 1-0 (1-0)
40' Bartal Skaalum Petersen, br. 1-0

Reytt kort: Bartal Skaalum Petersen (57')

Víkingur-NSÍ 3-1 
3' Aron Knudsen (Steffan Løkin) 0-1
15' Poul Kallsberg 1-1
23' Stefan Radosavljevic (Sølvi Vatnhamar) 2-1 
83' Jørgen Nielsen (Sølvi Vatnhamar) 3-1

Mikukvøldið spæla FC Hoyvík og B71 umframt B68-ÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder