Fótbóltur

KÍ sendi Víking heim við ongum

Føroyameistararnir vóru omaná í seinna hálvleiki og hava framvegis fult stigatal. Havnarfeløgini elta - TB vann á 07 Vestur við máli seint í dystinum.

Claes Phillip Kronberg hevur júst lagt KÍ á odda 1-0. Heimaliðið tók veruliga yvir eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

Claes Phillip Kronberg hevur júst lagt KÍ á odda 1-0. Heimaliðið tók veruliga yvir eftir steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 17:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í Betrideildini byrjaðu klokkan 15 og eru harvið av.

Í Klaksvík hevði Víkingur fleiri málmøguleikar í fyrra hálvleiki, men einki mál kom, og í seinna hálvleiki var heimaliðið omaná. KÍ skoraði tvey góð mál: Fyrst var tað Claes Kronberg, og síðani Luc Kassi ið hevði seinasta fótín á - í báðum førum eftir upplegg frá Páll Klettskarð. Stutt eftir 2-0 málið fekk Atli Gregersen sítt seinna gula kort, og verður hann tí ikki við í steypadystinum móti HB í Sarpugerði leygardagin. Nú er eitt glopp frá topp-trý niður til Víking.

ÍF bjóðaði HB av í beint yvir ein tíma, men heimaliðið var ov sterkt og kom á slóðina aftur. Heimaliðið fekk fýra mál og trý stig, og Mads Borchers skoraði tvey mál. 

Grannarnir í Gundadali fingu eisini fult stigatal, tá teir vitjaðu á Argjum. Bjarki Nielsen bæði skoraði og legði upp - tað var Aron Knudsen, skoraði til 0-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum í B36, sum næsta vikuskifti skal dystast móti KÍ í steypakappingini.

TB er í gongd við at byggja ein skansa við Stóra. Í dag vunnu uppflytararnir týðandi dyst móti 07 Vestur. 2-1 málið kom í 94. minutti, tá Jens Erik Bruhn skoraði eftir upplegg frá Gilla Rólantssyni. Harvið hevur TB nú fýra stig.

Tað er framvegis 0-0 á Svangaskarði, har teir byrjaðu klokkan 16.

Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunnudagin 16.04

KÍ - Víkingur 2-0 (2-0)
55' Claes Kronberg (Páll Klettskarð) 1-0
80' Luc Kassi (Páll Klettskarð) 2-0

AB - B36 2-0 (1-0)
25' Bjarki Nielsen (Jann Benjaminsen) 0-1
65' Aron Knudsen (Bjarki Nielsen) 0-2

HB - ÍF 4-1 (2-1)
36' Sjálvmál 1-0
39' Gundur Ellingsgaard Petersen 1-1
45' Mads Borchers (Hanus Sørensen) 2-1
66' Adrian Rúnason Justinussen 3-1
87' Mads Borchers (Viljormur Davidsen) 4-1

TB -  07 Vestur 2-1 (1-0)
36' John Villi Wøldike Leo (Andreas Midjord) 1-0
82' Jasper van der Heyden 1-1
90 (+4)' Jens Erik Bruhn (John Villi Wøldike Leo) 2-1


16.00: B68 - EB/Streymur (0-0)

Støðan í Betrideildini eftir fimm umfør

1. KÍ 15 stig
2. HB 13 stig
3. B36 12 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig *
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 2 stig *
10. AB 0 stig

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder