Næsti hósdagur, 15. juli, verður ein serligur dagur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag og Klaksvíkina sum heild, tí tá skal KÍ fyri fyrstu ferð spæla evropeiskan dyst á heimavølli við Djúpumýru.
Fyri at hetta kvøldið kann gerast uppaftur størri, skal KÍ spæla seg víðari, og um tað skal eydnast, so er helst neyðugt at tryggja sær eitt gott útgangsstøði í kvøld í Lettlandi. Regulin um útivallarmál er ikki galdandi longur, so júst tað at skora móti RFS í kvøld gerst ikki so týdningarmikið, sum tað hevði verið áður, men fyri KÍ er tað umráðandi, at syrgt verður fyri, at góður møguleiki er at avgerða tað á heimavølli.
Tað er oddaliðið í Betrideildini, sum vitjar oddaliðið í Virsliga. Rigas Futbola Skola (RFS) hevur 34 stig fyri 14 dystir og hevr bert tapt tveir. 14 útlendskir leikarar eru í hópinum - harav leikarar frá Brasil, Argentina, Kroatia og Kekkia. RFS hevur havt framburð seinastu árini. Í fjør endaði liðið nummar tvey, og í 2019 gjørdist høvuðsstaðarfelagið steypavinnari. Harvið hevur høvuðsstðarfelagið spælt tvær ferðir í evropeiskari kapping áðrenn. Í 2019 gjørdist talan um tepurt tap í fyrsta umfari í Europa League - fyri Olimpija Lubljana - og í fjør tapti liðið aftur við einum máli í sama umfari. Tá var bert ein dystur leiktur, og tað var á útivølli fyri serbiska felagnum FK Partizan í Beograd.
Deni Pavlovic, ið hevur skorað trý mál fyri KÍ í tólv evropeiskum dystum, sæst her fegnast saman við áskoðaraunum eftir sigurin á Riterai í 2019, tá Kí spældi seg víðari tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
19-ára gamli Jonn Johannessen skorar her á útivølli móti Young Boys í Champions League í fjør. Hann hevur skorað fýra ferðir í átta evroepiskum dystum fyri KÍ (Mynd: EPA)
Harvið er talan um góð úrslit fyri eitt so nýtt felag í evropeiskum kappingum. KÍ hevur eisini góð úrslit seinastu árini. Síðani klaksvíkingar aftur komu við í evropeisku kappingarnar í 2017, hevur felagið spælt seg víðari fýra ferðir. KÍ vann í 2018 á Birkirkara av Malta, árið eftir fekk Tre Fiori ein veruligan sekk, áðrenn Riterai úr Litava varð sent út orsakað av regluni um útivallarmál. Í fjør kom KÍ fyrst víðari í Champions League uttan dyst móti Slovan Bratislava, og í Europa League setti liðið hjá Mikkjal Thomassen aftur met fyri størsta føroyska sigurin nakrantíð, tá Dinamo Tbilisi varð sent út og heim við 6-1 tapi.
Í playoff-umfarinum gjørdist teir í bláum ov stuttir móti Dundalk. Nógv av avrikunum, ið ikki hava givið víðari luttøku seinastu árini, hava verið góð: 0-0 heima móti AIK (2017), 1-1 móti Zalgiris Vilnius úti (2018), 1-0 tapið fyri Luzern á útivølli (2019) og 3-1 dysturin í Sveis móti Young Boys í Champions League í fjør. KÍ er á góðan hátt sett upp til ymiskar evropeiskar uppgávur og hevur týðiliga flutt seg á hesum økinum. Liðið var styrkismett til hetta fyrsta umfarið í Conference League. Tað er einaferð áður eydnast føroyskum liðið at sligið lið úr Lettlandi út. Tað var í 2014, tá Víkingur vann 3-2 samanlagt á Daugava Daugavpils. KÍ hevur, sum víst verður á omanfyri, staðið seg væl móti liðum úr Litava. Einferð áður hevur Kí møtt lettiskari mótsstøðu. Tað var allarfyrstu ferð - í 1992 - tá Skonto Riga samanlagt vann 6-1.
Síðani seinasta landskappingardystin fyri summarsteðgin, ið var í Gundadali móti B36 25. juni, hevur KÍ havt møguleikan at bara fyrireika seg til hesa uppgávuna. Hópurin fór úr Vágunum týsmorgunin og hevur síðani havt tvær venjingar í Lettlandi. Allir leikararnir, fyriuttan Jóannes Bjartalíð og Dávid Langgaard, eru tøkir til dystin. 20-ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen, ið var nógv darvaður av knænum í tvey ár, er við aftur í hópinum. Hann hevur í seinastuni spælt nakrar dystir við 1. deild fyri at koma í gongd aftur.
Til ber at síggja dystin á R2 hjá Televarpinum fyri eitt gjald. Fyrsta bríksl verður klokkan 17 - klokkan 19 lokala tíð - tá tað vera beint yvir tjúgu hitastig í Jürmala. Býurin liggur áleið 25 kiliometrar frá Riga, har RFS hevur heimstað. Heimavøllurin hjá oddaliðnum í Lettlandi er ikki góðkendur til evropeiskar dystir. Heimaliðið er sambært veddingarfyritøkunum rímiliga greiður favorittur til hendan fyrra dystin.
Les eisini: NSÍ og KÍ eru undirtippaði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald