- Hetta verður ein truplari uppgávu, og eg havi sagt við spælararnar, at um teir bert eru á 99 prosentum hesar báðar dystirnar móti Häcken, so tapa vit.
So kontantur var Magne Hoseth, tá Portalurin tosaði við høvuðsvenjaran hjá KÍ undan venjingini hjá liðnum við Djúpumýrar í gjár. Norðmaðurin er róligur, siðiligur men beinleiðis, og hann veit hvat er í væntu. Hann metir mótstøðuliðið í 2. umfari vera betri enn tað, sum KÍ møtti og basti í 1. umfari – ella í øllum førum í betri støðu.
Tað at kappingin í Svøríki koyrir, í mun til tann í Ungarn - “In-season vs. Off-season” - er nakað sum teir í KÍ-leguni peika á. Tað ger bara ein ávísan mun at vera í rútmu til at spæla kappingardystir og ikki. Tað hevur snúð seg um at fáa armarnar niður og beinini niður á jørðina aftur eftir upplivingina í Ungarn, og tað hava Magne Hoseth og teir eisini hugsavnað seg um.
Venjari og spælarar hugsavnaðir til venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: KÍ fyrireikar seg til at taka næsta fetið
Nú hugavnar KÍ seg um Häcken, og hvussu svenska meistaraliðið skal basast. Tað skal tað gerast á áleið sama hátt. Tað eru møguleikin, vit hava og liggur eisini til okkara styrki, sigur høvuðsvenjarin, ið tó eisini staðfestir, at lið hansara skal tora og megna betri at halda bóltinum til tíðir. Hetta millum annað fyri at taka trýstið av sær undir dystinum.
Nakað sum eisini kann hjálpa KÍ er, at tað verður fullsett við Djúpumýrar. Hetta eigur at geva spælarunum og venjarum "jaliga megi og magn". Bæði Magne Hoseth og Hallur Hansson, sum hevur sín fyrsta heimadyst fyri KÍ til góðar, vóru eisini inni á hesum í gjár. Bláa Bylgja fer at gera sítt og skipar eisini fyri upphiting.
Fyrsta bríksl í Klaksvík verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Sí eisini:
Magne Hoseth: Uppgerðin móti Häcken verður truplari
Hallur Hansson: - Man hevur eina steka trúgv uppá tað
Kí skal aftur basa oddsunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald