Fótbóltur

KÍ skal royna at fylgja við

Føroyameistararin eru risafavorittur móti EB/Streymi í kvøld.

B36 vann í gjár og hevur nú 12 stig - KÍ hevur 6 (Mynd: Sverri Egholm)

B36 vann í gjár og hevur nú 12 stig - KÍ hevur 6 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-28 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ og B36 vunnu í gjár, og HB og/ella Vìkingur fáa stig í dag. Harvið er trýstið á KÍ, sum fær vitjan av EB/Streymi í kvøld.

Eftir tapið fyri B36 í 1. umfari hevur KÍ vunnið á útivølli móti TB og ÍF - Í Trongisvági var tað eftir tógvið stríð og djúpt inni í yvirtíðini, at sigurin kom í hús, og í Fuglafirði var tað seinasta korterið, at liðið hjá Mikkjali Thomassen lat hurðina heilt aftur fyri ÍF. Hjá KÍ er Jesper Brinck tøkur aftur eftir heilaskjálvta, nú klaksvíkingar skulu jagstra liðini omanfyri.

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen skoraði til 2-1 í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur fekk sínu fyrstu stig í kappingarárinum, tá liðið leygarkvøldið vann 2-0 á TB á heimavølli. Tað er helst ikki í slíkum dystum sum í kvøld, at EB/Streymur skal satsa uppá at fáa síni stig, men EB/Streymur ehvur nakrar ferðir seinastu árini givið KÍ nakað av høvuðbrúggj. Bjarni Petersen er ivasamur til uppgerðina, sum byrjar klokkan 19.00. 

4. umfar í Betrideildini

NSÍ - ÍF 5-0 (1-0)
8' Klæmint Olsen (Petur Knudsen) 1-0
50' Klæmint Olsen (Mórits Heini Mortensen) 2-0
57' Morits Heini Mortensen (Klæmint Olsen) 3-0
60' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 4-0
76' Betuel Hansen (Jann Julin Benjaminsen) 5-0

NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Daivdsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Bárður Jógvansson Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Jann Julin Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (28' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hákun Edmundsson, Bogi Løkin - Dànjal á Lakjuni (24' Gundur Ellingsgaard Petersen), Filip Djordjevic, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Uros Stojanov
 
Myndir frá dystinum

TB - B36 1-3 (1-2)
6' Michal Przybylski 0-1
29' Poul Ingason (John Villi Wøldike Leo) 1-1
40' Sonni Ragnar Nattestad 1-2
48' Meinhard Olsen 1-3

TB (4-2-3-1): Meinhardt Joensen - Eirikur Ellendersen, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo - Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson - Poul Ingason

B36 (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Myndir frá dystinum

Støðan: 

1. B36 (12 stig) *
2. NSÍ (9 stig) *
3. HB (9 stig) 
4. Víkingur (7 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)*
8. AB (1 stig) 
9. TB (0 stig) *
10. Skála (0 stig)

*Ein dyst fleiri

Les eisini: B36 og NSÍ avgjørdu tíðliga í 2.há
lvleiki

Hósdagin 28.05: 
17.00: HB - Víkingur

Les eisini: Nú skal HB av álvara standa sina roynd

19.00: KÍ - EB/Streymur
           Skála - AB

Les eisini: Skála skal hava skil á verjupartin - AB skal byrja at skora mál

placeholder
placeholder