Í summar hevur mansliðið hjá KÍ spælt átta evropeiskar dystir, og í hesari vikuni skulu nógv vinnandi kvinnurnar í eldin.
Føroyameistaraliðið endaði í bólki við HB Køge (DK), KuuPS (Finnland) og FK Spartak Subotica (Serbia). Hálvfinalur eru á skránni í morgin, áðrenn finalur og dystur um 3. og 4. plássið verða spældir leygardagin.
Tað er HB Køge, ið er greiður favorittur at vinna hendan bólkin. Danska felagið hevur satsað nógv innan kvinnufótbólt seinastu árini, og dystirnir verða spældir á heimavøllinum hjá HB Køge, Capelli Sport Stadion í Køge.
Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast her
Har vandi KÍ í gjár, eftir at var komin niður. Liðið skal í morgin royna seg móti Spartak Subotica, meistaraliðnum úr Serbia. Ilt er at siga, júst hvussu høgtum stigi mótstøðan er á, men tað verður í øllum førum væl størri avbjóðing hjá KÍ enn í heimligu kappingini.
KÍ hevur vunnið allar dystirnar í Betrideildini í ár og hevur vunnið føroyameistaraheiti nummar 23 (Mynd: Sverri Egholm)
Sanna Svarvadal noyddist av vøllinum í dystinum, sum tryggjaði KÍ FM. Miðvallarin meiddi sær knæðið (Mynd: Sverri Egholm)
Fyri meistaraliðið úr Klaksvík er tað stórur smeitur, at liðskiparin Sanna Svarvadal hevur ein skaða.
Fyriuttan 2018 og 2019 hevur KÍ verið í Champions League á hvørjum ári. Tað er ongantíð eydnast at spælt seg víðari í innleiðandi bólkinum, har fýra lið eru við, men fleiri flott úrslit og stig eru komin til høldar.
Champions League 1. umfar
Í morgin, mikudagin 6. september - Køge
14.30: KÍ - FK Sparktak Subotica
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald